At B71 eftir eitt korter mistu ein mann, og eftir ein lítlan tíma mistu ein aftrat bar við sær, at talan gjørdist um 0-6 skrædl ímóti KÍ. Fótbóltshýrurin millum klaksvíkingarnar, sum eru staddir á Argjum og millum fótbóltshugaðu norðoyingarnar yvirhøvur, er góður ídag.
Í fyrstu royndini í Vodafonedeildini eftir uppflytinginga eydnaðist tað á útivølli at vinna 6-0 ímóti B71.
Hóast B71 síðsta hálva tíman av 1. hálvleiki var undirmannað, bendi einki á, at talan skuldi gerast um stórsigur.
Eftir ein lítlan tíma varð ein B71 spælari aftrat rikin av vølli, og tá skrædnaði.
KÍ skoraði seks mál: Bárður Heinesen skoraði fyrst tvey mál, og so skoraðu Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Kristoffur Jakobsen.
------------
80 min. 0-5
So eru klaksvíkingar verið á odda 5-0. Liðformaðurin Hjalgrím Elttør økti til 4-0 við fínum langskoti, og so var tað innskifti Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, sum skoraði.
-----
65 min. 0-3
Eftir at sandoyingar í meiri enn ein tíma megnaðu at halda tørn, so hevur KÍ eftir lítlari løtu skorað trý mál.
Bárður Heinesen, sum saman við fleiri liðfeløgum roynir seg fyri fyrstu ferð í landskappingardysti í fremstu røð, skoraði tvey tey fyrstu málini, og Henry Heinesen, sum eisini er nýggjur í Vodafonedeildini, skoraði triðja málið.
Klaksvíkingar eru sum meyrir í tættfólkaða B71 brotsteiginum.
-------------
55 min.: 0-0
Fyrsta lítla tíman hevur tað ikki eydnast B71 og KÍ at skjóta mál, men nú er trýstið á málið hjá sandoyingum rættuliga stórt.
Síðsta stóra hálva tíman eru bara níggju sandoyingar á vøllinum. Bojan Zivic hevur tíðliga í 2. hálvleiki sæð reytt, og harvið eru í løtuni ellivu klaksvíkingar ímóti níggju sandoyingum.
Hetta ber sjálvandi við sær, at KÍ hevur stóra yvirvág, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa hol á.
------
45 min.: 0-0
Tað hevur ikki eydnast klaksvíkingum at fáa nyttu burturúr, at teir síðsta hálva tíman av 1. hálvleiki hava verið yvirmannaðir í útidystinum ímóti B71, sum í dag hevur heimavøll á Argjum.
Teir bláu úr Klaksvík hava havt bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað hevur ikki eydnast teimum at tiltuska sær málmøguleikar. Stóri trupulleikin hevur verið, at leikferðin hevur verið so mikið lág, at sandoyingar væl hava megnað at skipa seg í verjupartinum og at byrgja uppfyri.
Sandoyingar hava onkra ferðina roynt at leypa á, uttan at tað hevur eydnast teimum at spæla seg til upplagdar møguleikar.
------------
25 min.: 0-0
B71 hevur í dag heimavøll á Argjum ímóti KÍ. Eftir eitt korter er mótbrekkan hjá sandoyingum vorðin brattari.
Ein av B71 spælarunum, Helga Finnbogasoni, er rikin av vøllinum fyri at brúka hondina í brotsteiginum.
Nýuppflutta KÍ fekk við brotssparkinum gyltan møguleika at skora fyrsta málið í Vodafonedeildini í hesum umfarinum, men liðformaðurin, Hjalgrím Elttør, sendi bóltin við síðuna av B71 málinum.