Klaksvíkingar tevja billardgull

Klaksvíkar Billardfelag 1 liggur væl fyri at vinna meistaraheitið í ár. Einasta felagið, sum kann hótta teir, er Mimir, men tað skal ganga sera illa hjá Klaksvíkar Billardfelag eitt í seinasta umfarinum, um teir ikki skulu tryggja sær gullið

Føroyameistarakappingin í billard fyri lið gongur móti endaspurtinum. Stórur spenningur hevur verið millum tvey av liðunum, nevniliga Klaksvíkar Billardfelag 1 og Mimir. Hóast klaksvíkingar hava staðið seg nógv betri í einstøku dystunum, so hava Mimirsmenn hingið við. Men seinasta dystin dragnaði liðið hjá Mimi, soleiðis at støðan undan seinasta og endaliga umfarinum er tann, at klaksvíkingar eru á odda við 38 stigum. Mimir hevur 34 stig, og á triðja plássi er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 24 stigum. Nr. 4 er í løtuni Havnar Klubbi 1 við 22 stigum, og aftast er Havnar Klubbi 2 við 10 stigum.
Í seinasta umfarinum hetta vikuskiftið spæla Havnar Klubbi 1 og Klaksvíkar Billardfelag 1, meðan Mimir fær vitjan av Klaksvíkar Billardfelag 2. Hóast bert fýra stig eru á muni millum nr. 1 og 2, so liggja klaksvíkingar sera væl fyri til at fara við gullinum. Fyri at Mimir skal taka gullið, skal liðið vinna allar dystirnar móti Klaksvíkar Billardfelag 2, meðan Klaksvíkar Billardfelag 1 skal tapa tríggjar dystir móti Havnar Klubba 1. Soleiðis sum úrslitini hava lagað seg higartil, fer tað at vera torført hjá Havnar Klubba at vinna tríggjar av teimum átta dystunum móti Klaksvíkar Billardfelag 1. Somuleiðis verður torført hjá Mimi at vinna allar sínar dystin móti Klaksvíkar Billardfelag 2.
Hyggja vit eftir einstøku úrslitunum, so er tað serstakliga ein spælari, sum fult og heilt hevur lagt seg framman fyri allar hinar. Tað er Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvík. Hann hevur spælt betur enn nakrantíð og hevur rætt og slætt lagt allar hinar borðlongdir aftanfyri seg. Við einum miðaltali uppá 32,4 fyri kappingina higartil er hetta helst besta einstaka úrslit hjá einum billardspælara í Føroyum nakrantíð. Kristian Sune hevur spælt stórdyst eftir stórdyst, og hann er tí eitt sera gott boð uppá ein komandi FM-meistara. Í hvussu er fer stórleikarin Hendrik Petersen at fáa alvorliga kapping. Í eini av kappingunum fekk Kristian Sune 33,8 eygu í miðal og líkist hetta einum føroyskum meti. Í tí kappingini lógu tríggir av dystunum omanfyri 700 eygu. Annars hevur hann eisini spælt fleiri dystir omanfyri 800 eygu.
Næstur honum er the grand old man í billardi, Sonhard Johannesen, við 21,2 eygum í miðal. Ikki millum tey bestu hjá honum, men kortini nóg mikið til eitt verandi 2. pláss. Triðjur á styrkilistanum er Niels Nielsen. Men maðurin, sum vit skulu leggja merki til og sum helst fer at gera seg galdandi í komandi billardkappingum, er Hallur S. Joensen, sum er nýggjur í Klaksvíkar Billlarfelag. Hann hevur 19,1i miðal fyri kappingina, men soleiðis, sum hann hevur spælt í fleiri av kappingunum, fer hann helst at teljast millum teir bestu í framtíðini. Hann manglar bert royndirnar, avbjóðingarnar og kappingarrutinuna. Teir báðir gomlu Mimirsmenninir, Steinbjørn í Dali og Jan Müller hanga so enn við í toppinum. Teir hava góðar møguleikar at vinna silvur í hesi FK kappingini. Í fjør vunnu teir gull. Hóast teir hava vunnið nógvar av dystunum, eitt nú 16-0 móti Havnar Klubba 2, so eru miðaltøl teirra nakað lakari enn undanfarin ár.
FM kappingin fyri staklingar verður í Klaksvík 23. og 24. mars. Kvalifikatiónskappingin verður í Havn 16. og 17. mars. Verandi føroyameistarin, Hendrik Petersen, fer tó at verja sítt heiti. Tað verður eingin løtt uppgáva, tá hugsað verður um úrslitini hjá Kristian Suna. Tilmelding til kvalifikatiónskappingina er hjá Kristian Suna Høgnesen og Steinbjørn í Dali innan mánadagin.