Allir hesir túrarnir hava, eftir tí sum blaðið hevur sagt frá, verið sera væleydnaðir. Eftir túrin á páskum 2010 skrivar Oliver Joensen, blaðstjóri m.a. soleiðis í blaðnum 9. apríl í fjør:
”Annars gekk alt sum ætlað, og vit fingu ein góðan túr.
Skal eg nevna nakað, so skerst ikki burtur, at tað er sera hugnaligt at sita saman við føroyingum eftir loknan dag, og tosa og vísa fram, tað ein hevur upplivað um dagin.
Serstakliga er Alex Sólstein eitt unikum við síni vitan um Ongland, enska søgu, og ikki minst um føroyskar skemtisøgur.
Í fjør royndu vit ein túr til London, París og aftur London. Tann túrurin var eisini væleydnaður, ja, hann eydnaðist so væl, at vit hava hug at royna hann aftur í ár saman við Alex Sólstein”, skrivaði altso Oliver Joensen í Norðlýsinum í fjør.
Myndirnar á síðuni eru somuleiðis tiknar av heimasíðuni hjá Norðlýsinum.