Klaksvíkingar spenna seg út

Róðrarfelagið hevur ein mánað undan Norðoyastevnu sett danskan venjara, sum er kendur frá altjóða kappingum, har hann eitt nú hevur verið við til at vinna HM og OL

KAPPRÓÐUR

Áhugin fyri kappróðri sigst vera stórur og vaksandi í Klaksvík. Síðani gylta árið í 2001, tá ið teir vunnu trý FM, og tá ið ein onnur manning var tætt við, so hevur hetta tó ikki sæst aftur í úrslitunum.
Men nú hevur Klaksvíkar Róðrarfelag tikið nýtt og púra óvanligt stig í strembanini eftir at røkka longri upp á stiganum. Á tíðindafundi seinnapartin leygardagin varð boðað frá, at felagið hevur gjørt samstarvsavtalu við ein dana um, at hann skal taka sær av at venja allar manningarnar hjá felagnum.
Maðurin er 26 ára gamli Stephan Mølvig. Í fyrsta umfari man hetta ikki siga teimum flestu so nógv, men heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, veit at siga, at talan er ikki um hvønn sum helst. Hesin Stephan Mølvig hevur verið partur av gullfýraranum hjá dønum, og tá ið hetta hugtakið verður nevnt, fara klokkur ivaleyst at ringja hjá róðraráhugaðum.
Gullfýrarin hevur seinnu árini vunnið mong heiðursmerkir í kappingum kring allan knøttin. Eitt nú vunnu teir HM fyri fýrarar uttan stýrimann í 2002 og 2003.
Undan olympisku leikunum í Athen í fjør sá tað einki serligt út. Gullfýrarin hevði torført við at finna stevið, og tað, sum hevði sæð út til at hava verið trygg gullkróna, varð vorðin til stórt spurnartekin.
Tað hevði við sær, at venjarin royndi at styrkja um manningina. Hetta gekk út yvir Stephan Mølvig, sum misti plássið umborð á bátinum eitt skifti. Men avrikini gjørdust ikki betri, og so gjørdi venjarin av, at maðurin, sum nú er komin til Klaksvíkar, skuldi fáa nýggjan møguleika, og tað mundi hann ikki iðra.
Í Athen livdi gullfýrarin upp til tað, sum navnið legði upp til. Teir vunnu sannførandi fremsta plássið og harvið gullkrónurnar, sum tey bæði HM heitini høvdu lagt upp til, at teir skuldu vinna.
Gullkrónur í HM og OL koma ikki av sær sjálvum. Eitt veldugt arbeiði liggur aftanfyri. Tí kom tað ikki óvart á, at fleiri av manningini aftaná OL boðaðu frá, at teir fóru ikki at halda fram. Arbeiði og lestur verða nú tikin framum mongu tímarnar á vøtnum og í styrkisvenjing.
Tey, sum leingi hava verið í sovornum umhvørvi, eru pirkaði av kappingarhugi, og nú hevur Stephan Mølvig tikið av tilbo_num um nýggjar og heilt øðrvísi avbjóðingar enn tær, sum hann higartil hevur verið partur av. Hann skal vera venjari í Klaksvík! Hóast hann ikki hevur royndir í føroyska bátinum, so verður roknað við, at íkastið hjá honum verður stórt, tá ið tað snýr seg um fysiska venjing og ikki minni, tá ið tað snýr seg um mentala ella sinniliga venjing.
Umframt at venja allar manningarnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, so skal nýggi maðurin í Klaksvík vera partur av manningini umborð á 8-mannafarinum Nevinum Reyða.
Í 2002 hevði Klaksvíkar Róðrarfelag venjara til allar manningarnar. Tær royndirnar siga teir vóru sera positivar, og nú verður í spenningi bíðað eftir, hvussu tað fer at síggjast aftur í huginum og avrikunum, at teir hava sett nýggjan og í alheims høpi kendan róðrarvenjara.