Formaðurin í Havna- og Vinnunevndini, er sera fegin um, at Klaksvíkar Havn nú byrjar at heysta fruktirnar av tí útbygging og miðvísu marknaðarføring, sum sagt verður í tíðindum frá Klaksvíkar kommunu sum er gjørd seinastu árini, og hann undirstrikar samstundis, hvussu týðandi tað er at halda fram at betra um tey tilboð, sum Klaksvík og Norðoyggjar hava at bjóða.
Tað var ein føgur sjón týsmorgunin at síggja tað risastóra og framúr snotuliga ferðafólkaskipið Jewel of the Seas stevna inn á Norðhavnina í Ánunum. Umborð á skipinum eru yvir tvey túsund fólk, og skipið er 295 metrar til longdar. Hóast talan í hesum føri er um eina einstaka vitjan, so markerar henda stóra vitjan eina nýggja byrjan hjá Klaksvíkar Havn, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Við hesari vitjanini hava vit sett sjøtul á eina røð av vitjandi ferðamannaskipum her í Klaksvíkar Kommunu, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevnd býráðsins.
Umframt tær stóru útbyggingar, sum eru gjørdar av Klaksvíkar Havn serliga í Norðhavnini - hava vit í longri tíð arbeitt miðvíst við at marknaðarføra havnina og økið annars, og tað arbeiðið er nú byrjað at geva úrslit. Nú tað gjørdist greitt, at fleiri stórar vitjanir eru ávegis í summar, samtyktu Havna- og Vinnunevndin og Fíggjarnevndin fyri stuttum at seta ein cruise-samskipara til serliga at taka sær av hesum ferðamannaskipavitjanunum í summar, sigur hann.
Ikki kann annað sigast enn, at her er talan um tiltøk, sum veruliga kunnu muna og skapa virksemi, bæði lokalt og víðari kring landið. Tað var sjón fyri søgn hendan týsdagin, har ein munandi partur av teimum yvir 2000 ferðafólkunum sóust í Klaksvík í góðveðrinum.
Ein stórt tal av bussum og bilum høvdu úr at gera at flyta mongu gestirnar til vitjunarverd støð og á útferðir kring um í landinum, og samstundis vóru gongugøturnar í býnum á tremur av ferðafólki, sum vitjaðu sølutorg, handlar og áhugaverd støð í býnum.
Kunningarstovan hevði skipað fyri tiltøkum uttan fyri síni nýggju hølir á Biskupsstøð, har eit stórt tal av vitjandi vóru at síggja gjøgnum allan dagin.
Formaðurin í Havna- og Vinnunevndini tey seinastu árini fegnast um, at tað nú umsíðir er settur sjøtul á nýggjar tíðir í ferðavinnuni her, samstundis sum hann undirstrikar týdningin av at eftirmeta royndirnar so hvørt við tí fyri eyga at betra og víðka um tilboðini í býnum og kommununi annars.
- Júst hetta er ein av uppgávunum hjá okkara samskipara at skráseta øll viðkomandi viðurskifti, soleiðis at betranir kunnu gerast, har tørvur er á tí, og ikki minst, at fleiri tilboð vera boðin fram her í Norðoyggjum, so vit hava enn fleiri tilboð í framtíðini, sigur Atli S. Justinussen.
- Hesi ferðamannaskipini eru ógvuliga stór, og sera nógv fólk er umborð, og tí ræður um at hava so nógv og ymisk tilboð sum gjørligt. Vónandi er hetta byrjanin til nakað, sum vit í góðum samstarvi við allar viðkomandi partar, fara at menna og víðka framyvir, sigur havna- og vinnunevndarformaðurin.
Tann 14. juli kemur tað næsta Ferðafólkaskipð, Celebrite Eclipse, ið er líka langt sum Norðhavnin, sum er 317 metrar. Celebrity Eclipse kemur til Klaksvíkar 14. juli og 11. august. Báðar ferðirnar kemur skipið kl. 7:00 og ferð víðari kl. 16:00.
Ferðafólk: 2850
Tonnage: 122000
Length:1041 ft (317m)
Beam:121 ft
Draught: 27 ft
Cruise Speed: 24 kts.