Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur leikt íslendska leikin "Seiggj og tár" í Klaksvík og hevur hann verið væl vitjaður. Um 1400 fólk hava sæð leikin, ið Ólafur Haukur Símunarson hevur skrivað.
Klaksvíkar Sj óleikarfelag ferðast nú við leikinum og í vikuskiftinum
verða 2 sýnin ar í Norðurlandahúsinum. Tey sýna leikin leygarkvøldið
klokkan 19:30 og Sunnudagin klokkan 16:00
Ferðmikil pallskifti, nógvur sangur og tónleikur, dansur, skemt og álvara eyðkenna leikin, ið íslendski leikstjórin Saga Jónsdóttir hevur leikstjórnað. Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndirnar og týtt til føroyskt hevur Turið Sigurðardóttir