Sambært fyriskiparanum av Jóansøkufestivalinum, Dennis Holm, var tað ikki fyrr enn hósdagin, at atgongumerkini til Jóansøkufestivalin vóru at fáa í Statoil støðunum í Saltangará og í Klaksvík. Hetta hóast festivalurin hevði avtalu við Statoil um at selja á øllum teirra støðum. Men eftir eitt prát við leiðaran av støðunum báðum Jákup Heinesen, eru atgongumerkini nú eisini at fáa á Statoil í Klaksvík og Saltangará.
Av tí, at freistin at keypa atgongumerkir til lægra prísin var av í fyrradagin, verður freistin á hesum báðum støðum nú longd til 10. juni.
Dennis Holm undrast á hví atgongumerkini ikki hava ligið frammi á hesum støðum, tí hann hevur tosað við starvsfólk á báðum Statoil støðum fleiri ferðir, síðan sølan skuldi byrja. Eisini undrast hann á, at plakatin, ið Jóansøkufestivalurin hongdi upp á støðini í Klaksvík eftir øllum at døma bleiv pilkað niður aftur beinanvegin.
Jákup Heinesen leiðari av Statoil støðunum harmast almikið um, at atgongumerkini ikki hava verið at fáa á hansara støðum. Hann sigur, at talan er um eina misskiljing, og at hann sjálvandi hevur syrgt fyri, at atgongumerkini vórðu løgd fram í gjár, tá hann varð varur við trupulleikan.
Hann sigur, at hann er sølumaður, og tí sjálvandi er áhugaður í at selja so nógv sum gjørligt - eisini atgongumerki til Jóansøkufestivalin. Somuleiðis kennir hann einki til, at plakatin fyri Jóansøkufestivalin er tikin niður á støðini í Klaksvík. Dennis Holm sigur við Sosialin, at fólk frá Jóansøkufestivalinum hongdu plakatina upp, og dagin eftir hekk hon ikki longur uppi. Hann undrast somuleiðis á, hvussu ein tílík misskiljing kemur fyri.









