Klaksvíkingar á odda í endaspurti í billard

 

Innleiðandi umfarið hevur verið spælt í Havnar Klubba seinastu dagarnar og eru hesir seks spælararnir komnir víðari til finaluumfarið: Kristian Sune Høgensen, Hallur Joensen, Max Rasmussen, Niels Nielsen, Sonhard Johannessen og Torkil Jacobsen. Finaluumfarið verður spælt í Havnar Klubba leygardagin.

 

Verandi føroyameistari Kristian Sune Høgnesen stóð seg best í innleiðandi kappingini og er tí avgjørt favorittur til at endurvinna FM meistaraheitið. Næstur honum er liðfelagin úr Klaksvík, Hallur Joensen. Men eisini Niels Nielsen úr Havnar Klubba og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag hava spælt væl í innleiðandi umfarinum og teir eru tí avgjørt eisini eitt gott boð uppá ein komandi føroyameistara.