Klaksvíkingar nýggjan vælverudepil

Nýggi vælverudepilin í Svimjihøllini í Klaksvík letur eftir ætlan upp seinni í summar.

Nýggi vælverudepilin í syðra enda av Svimjihøllini í Klaksvík nærkast, og í løtuni verður arbeitt við at leggja flisar.

 

Signhild V. Johannesen, sum í løtuni er virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og forkvinna í mentanarnevnd býráðsins, vitjaði í Svimjihøllini í gjár, har leiðarin, Torkil Mørkøre, tók ímóti og greiddi henni frá gongdini í byggiarbeiðnum.

 

- Vælverudepilin verður eitt ómetaliga lekkurt tilboð, sum eisini víðkar nógv um møguleikarnar á ítróttarøkinum. Eg ivist ikki í, at depilin verður verdur at vitja hjá lokalum og vitjandi, sum hava hug til eina friðsæla løtu við vælveru.

 

Signhild V. Johannesen sigur við www.klaksvik.fo, at talan eisini verður um góðar umstøður til eitt nú bólkar og ítróttarfólk, sum vilja leggja vælveru og restitutión inn í sínar venjingar.

 

Nýggi vælverudepilin fevnir um stórt gosbað, infrareyða saunu og dambað innandura, umframt eitt lekkurt útiøki við pottum.

 

Arbeiðið byrjaði tíðliga í ár, og í løtuni verða flisar lagdir á seinastu flaturnar í ymisku rúmunum. Enn er nakað av arbeiði eftir at gera í hølunum, men nýggi vælverudepilin letur eftir ætlan upp seinni í summar.