Klaksvíkingar hava undanvind

Eftir stórsigrar til oddaliðini í 8. umfari, er tað greitt at kappingin um FM nú bert stendur millum Klaksvík og Havnina

Talv

Klaksvíkingar vórðu undir stórum trýsti frá hvalvíkingum í vikuskiftinum, men fingu kortini heili 3,5 stig burturúr á teimum fýra borðunum.
Rógvi W. Rasmussen heldur fram við góðari telving og úrslitum. Ein relativt skjótur javnleikur við svarta fólkinum móti Heina Olsen, eigur ein at vera nøgdur við. Tað frættist úr Hvalvík, at støðan var rættiliga kompliserað tá teir tóku javnt.
Talvið á 2. borði varð nokkso skiftandi. Ólavur Simonsen misti finnu tíðliga í talvinum móti Finnbjørn Zachariassen, men fann síðani eyðkenda taktiska álopsstílin, sum hevur ligið í dvala heldur leingi, fram aftur og vann loksins.
Finnbjørn Vang og Martin Brekká høvdu fullkomiliga javna støðu, tá Martin knappliga setti rók sín í deyða. Finnbjørn takkaði fyri og vann sjálvsagt talvið. 7,5 stig av 8 hevur Finnbjørn nú ognað sær sjálvum og klaksvíksliðnum.
Tað sá einki serligt út hjá Rana Nolsøe í talvinum ímóti Kára Petersen. Men við eitt varð Kári óneyvur og Rani sló til og setti Kára skák og mát.
Eitt rimmar úrslit hjá klaksvíkingum, sum nú vónaðu at kollfirðingar kundu gera okkurt við nærmastu kappingarneytarnar úr Havnini.

Eingin hjálp frá kollfirðingum
Men nei. Kollfirðingar fingu bank sunnudagin. Við Martin Poulsen á odda, vunnu havnarmenn heili 3,5-0,5.
Martin Poulsen vann á øðrum sinni í landskappingini á Hans Kristian Simonsen. Føroyameistarin frá 2002 hevur ikki havt eitt gott kappingarár, meðan Martin hinvegin er tryggleikin sjálvur í ár. Tríggir sigrar og fýra javnleikir er úrtøka hansara higartil.
Torbjørn Thomsen varð einasti kollfirðingur sum fekk stig sunnudagin, tá hann leikti javnt móti Olaf Berg. 3-4. borðini hjá havnarmonnum, Bogi Ziska og Helgi D. Ziska, vunnu á ávíkavist Eyðálvi Johannesen og Bernhardi Thomsen Við sigrinum eru havnarmenn framvegis hálvttriðja stig aftanfyri klaksvíkingar.
Dysturin millum toftamenn og vestmenningar er útsettur til komandi vikuskiftið.

Endaumførini og NM
Í 9. umfari hitta havnarmenn vestmenningar, meðan klaksvíkingar taka ímóti kollfirðingum. Vónandi heldur spenningurin sær til seinasta umfar, tá oddaliðini bresta saman. Stríðið um bronsuna er eisini spennnandi. Hvalvíkingar liggja bestir fyri, men vestmenningar kunnu koma ájavnir teimum, um teir vinna stórsigur í útsetta dystinum móti toftamonnum.
Orsakað av, at Norðurlandameistaraskapurin fyri unglingar verður 18-20. februar í Oslo, er tíggjunda og seinasta umfar í liðkappingini framskundað til leygardagin 12. februar.
Venjingarlega fyri føroysku NM-luttakararnar verður eins og í fjør á Hotel Vágum komandi vikuskiftið. Talvsambandið hevur sett svian IM Emil Hermansson sum venjara fyri okkara bestu unglingar.


Topalov á odda
Í superstórmeistarakappingini í Wijk aan Zee, Hollandi, er bulgarin Veselin Topalov einsamallur fremstur eftir átta umfør. Hann hevur eitt nú vunnið á Vladimir Kramnik og sunnudagin vann hann enn eitt flott álopstalv móti yvirraskilsinum úr Kuba, Lazaro Bruzon, sum óvæntað lá í toppinum undan talvinum móti Topalov. Talvið er við í blaðnum.
Eftir ringar kappingarbyrjanir, hava Kramnik og Viswanathan Anand nú telvað seg heitar og eru við í toppstríðnum.

Støðan í Wijk aan Zee

1Topalov (2757)5,5/8
2Leko(2749)5,0
3Adams(2741)5,0
4Anand(2786)5,0
5Grischuk(2710)4,5
6Kramnik(2754)4,5
7Short(2674)4,0
8Bruzon(2652)4,0
9Ponomariov(2700)4,0
10Polgar(2728)3,5
11van Wely(2679)3,5
12Svidler(2735)3,0
13Sokolov(2685)2,5
14Morozevich(2741)2,0