Klaksvíkingar hava lænt sjúkrabil úr Fuglafirði

Trupulleikin við sjúkrabilunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er so stórur, at klaksvíkingar hava lænt ein sjúkrabil frá sløkkiliðnum í Fuglafirði

Klaksvíkar Sjúkrahús fekk fríggjadagin ein sjúkrabil hjá sløkkiliðnum í Fuglafirði til láns í 10 dagar.

Støðan við sjúkrabilunum í Klaksvík er so vánalig, at neyðugt var at biðja fuglfirðingar um eina hjálpandi hond, nú annar av sjúkrabilunum í Klaksvík stendur við brotnum aksli og hin er í ringum standi.

Undir neyðsendarkoyring fyri eini viku síðani, breyt annar sjúkrabilurin í Klaksvík ein drívaksil. Hin bilurin var tá á verkstaði, tí hann hevur fingið so nógvar krossar eftir sýn. Hesin bilurin virkar í dag sum sjúkrabilur, men um hann ikki verður gjørdur í stand fyrsta dagin, verður hann settur.


Fáa nýggjan bil

Jens Jacobsen, yvirportørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at teir ætla at gera hendan sjúkrabilin í stand so skjótt sum gjørligt. Harafturat verður eisini sjúkrabilurin, sum breyt aksilin, gjørdur í stand, tá lutir koma úr útlandinum.

Síðst í hesum mánaðinum fær Klaksvíkar Sjúkrahús ein spildurnýggjan VW-sjúkrabil úr Íslandi, og tá hesin bilurin er komin til Klaksvíkar, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús tríggjar sjúkrabilar ? ein nýggjan og tveir gamlar.

Í síðstu viku var ein Mazda-vøruvognum so at siga einasta álitið hjá sjúkraflutningnum í Klaksvík.