Klaksvíkingar hava bíðað í 32 ár

Ikki síðani á norðoyarstevnuni í 1970 hevur 10?mannafarið hjá klaksvíkingum vunnið í heimasjógvi

KAPPRÓÐUR

Tað er ikki so undarligt, at klaksvíkingar eru sera spentir uppá, hvussu tað fer at roynast hjá nýggja 10?mannafarinum hjá teimum. Dreymurin er sjálvsagt, at tað skal eydnast at vinna. Um tað eydnast, so verður tað fyrsta ferðin hjá flestu klaksvíkingunum, at teir fara at uppliva, at teirra bátur verður bestur í róðrinum, sum hevur størstu prestiguna. Tí tað eru 32 ár síðani, at Klaksvíkingurin seinast vann á norðoyarstevnu. Síðani tá hevur Klaksvíkingurin ? um tað yvirhøvur hevur eydnast at manna hann ? verið so mikið blíður, at hann á veg inn eftir vánni hevur hildið seg aftanfyri allar gestirnar.

Soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Alt bendir á, at Klaksvíkingurin verður ikki aftastur. Spurningurin er, hvussu frammarlaga hann verður. Um tað fer at eydnast honum at vinna, so verður tað ikki so ólíkt róðrinum á norðoyarstevnu
í 1970. Ta ferðina vóru klaksvíkingar í nýggjum báti. Teir høvdu ikki vunnið norðoyarstevnu kappróðurin í minniligar tíðir, og tað var sera stórur rómur, tá tað loksins eydnaðist.

Men kappingin verður stór hjá Klaksvíkingi. Vestmenningar vístu á Skála, at teir eru væl fyri, Eysturoyingurin var eina sponn aftanfyri teir, og so kom Klaksvíkingur ein hálvan skut aftanfyri. Havnarbáturin var FM vinnari í fjør. Hann var ikki við á Skála, men ivaleyst fer hann at blanda seg í kappingina í dag.

Fleiri 8?mannafør
Tað er heilt greitt, at tað ikki verður sami vinnari í kappingini millum 8?mannafør, sum tað var í fjør. Tá vann Nevið Reyða. Klaksvíksbáturin verður ikki við í kappingini í dag. Manningin frá í fjør er farin umborð á Klaksvíkingin. Men tað er møguleiki fyri, at báturin fer at taka lut seinni í summar. Tað skilst á lagnum, at teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ eru áhugaðir í at manna Nevið.

Á Skála vann Knørrur, sum var næstur Nevinum í fjør, og sum vann í Fuglafirði. Knørrur var nýggjur í fjør. Í ár er Argjabáturin nýggjur, og tað er Kvívíkingurin eisini. Tað verður roknað við, at hesir tríggir nýggju og spildurnýggju bátarnir ? Knørrur, Argjabáturin og Kvívíkingurin ? fara at telvast um fremsta plássið.

Fýra 6?mannafør
Páll Fangi vann ongan róður við monnum í fjør. Eitt sindur óvæntað vunnu teir á Skála, og tí mugu teir roknast millum favorittarnar í Klaksvík. Men teir fara ivaleyst at fáa harða kapping.

Gongurólvur er nýggjur, og Sølmundur og Strálan hava staðið seg væl seinnu árini, og teir vóru eisini hampuliga væl við á Skála.

Jarnbardur við kvinnum vann á Skála. Talan er um nýggjan bát, og tað er lítið at ivast í, at tær fara at gera um seg í fyrstu FM kappingini. Á Skála var Riddarin úr Miðvági næstfremstur. Tað boðar frá, at tær eru væl fyri. Spurningurin er so, hvat Páll Fangi fer at megna. Tað var ikki so sannførandi á Skála. Tá varð nevnt, at triðja plássið kundi síggjast sum ein reaktión upp á ferðina til Scillyoyggjarnar. Talan hevur kanska verið um ein lítlan aldudal.

Í kappingini millum 5?mannafør við gentum var FM vinnarin i fjør, Fípan Fagra, sannførandi fremst á Skála. Ólavsøkuvinnarin í fjør, Blikur var næstfremstur. Í kappingini millum 5?mannafør við dreingjum var Blikur fremstur á Skála. Teir kappaðust í fjør við Tjaldrið, sum hevur verið mest sannførandi seinastu árini.