Fótbóltshitin í Klaksvík og Norðoyggjum hevur seinastu dagarnar verið munandi hægri, enn kavin og kuldin hava lagt upp til. KÍ vann 1-0 í Runavík, og nú verður við spenningi bíðað eftir, hvussu tað fer at hilnast á heimavølli. Har plagdi KÍ at standa seg væl, men tey seinnu árini hevur tað verið meiri svikaligt.
Allir teir, sum spældu í Runavík, eru tøkir. Kristoffur Jacobsen, sum spældi síðstu løtuna í Runavík, hevur síðani mánadagin verið í Keypmannahavn og vant við FCK, sum hann í Parkini hóskvøldið sá vinna finaluna í Royalu kappingini 1-0 móti Lillestrøm. Iulian Florescu skal fyri fyrstu ferð royna seg móti gomlu liðfeløgunum á Skála, sum hann tvey tey seinastu árini hevur staðið seg so væl saman við.
Um Tony Paris heldur seg til somu mannagongd, sum hann gjørdi í 1999, so er rættuliga sannlíkt, at KÍ liðið í morgin fer at síggja nett soleiðis út, sum tað gjørdi móti NSÍ. Einasta ivamálið er Heðin á Lakjuni, sum tykist ikki sørt plágaður av krossbandsskaðanum.
Málmaður leikbann
Á Skála var tað strika í rokningini, at teir taptu á heimavølli móti B36. Hóast kappingin so at siga er púra fesk, og tað eru 78 stig eftir at spæla um, so er tað einki hugaligt at detta eitt sindur afturav beinanvegin. Tað kom serliga illa við hjá teimum, at teir mistu málverjan, Vlada Filipovic, sum stutt undan steðginum noyddist av vøllinum, eftir at hann hevði verið í samanbresti við B36 spælara. Løsturin var so mikið dyggur, at hann neyvan hevði havt verið førur fyri at spæla í Klaksvík. Orsøkin til at Vlada Filipovic ikki kann hugsa um at verja Skála málið sunnudagin er tó, at hann sá reyða kortið, tá ið hann tók á seg sjálvan at sekta í hesum førinum ikki serliga eleganta B36 spælaran.
42 ára gamli Eugen Voda, sum nú er málmansvenjari á Skála, vardi málið seinna partin av uppgerðini móti B36, og hann verður aftur í málinum móti KÍ. Tað undraði ikki sørt, at venjarin tók fyri at fáa eykamálverjan á vøllin Boga Gregeresen út móti B36. Orsøkin var, at Bogi var eitt sindur ivasamur undan fyrsta umfarinum. Onkrir skálamenn hava í vikuni ikki verið førir fyri at vant saman við hinum. Í morgun varð tó roknað við, at allir verða førir fyri at spæla í Klaksvík.