Klaksvíkingar góðtaka at SEV hækkar prísin

Klaksvíkar býráð tekur undir við, at SEV á nýggjárinum fer at hækka prísin á streymi 25 oyru fyri kilowatt tíman, umframt mvg.

Sostatt verður streymurin 31,25 oyru dýrari hjá vanliga brúkarunum ímeðan hann verður 25 oyru dýrari hjá fyritøkum tí tær fær mvg endurgoldið.

Tað fer Klaksvíkar býráð at góðtaka, sigur Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri í Klaksvík, eftir býráðsfundin í Klaksvík í gjárkvøldið.

Hann er virkandi borgarstjóri, tí upprunaligi borgarstjórin, Gunvá við Keldu, var burturstødd.

Jógvan Skorheim sigur, at Klaksvíkar Kommuna hevur ein nevndarlim í SEV og tað er Steinbjørn B. Jacobsen.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið, kunnaði hann býráðið um ætlanina at hækka streymprísin.

- Vit plaga at umrøða slík mál í býráðnum fyri at hava eina felags støðu. Tað gjørdu vit eisini í kvøld og vit eru samd um at taka undir við tilmælinum um at hækka prísin.

- Vit plaga at taka undir við tilmælinum frá okkara nevndarlimi í SEV og tað gera vit aftur hesuferð, sigur Jógvan Skorheim.

Hann sigur, at príshækkingin er neyðug, tí SEV gevur hall og manglar gjaldføri.

Hann staðfestir eisini, at tað er neyðugt hjá SEV at gera útbyggingar í varandi orku nú fyri at kunna spara olju seinni og tað krevur, at prísurin hækkar.

Tað er annars Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum umboðar Klaksvíkar Kommunu á aðalfundinum í SEV, har avgerðin um príshækkingina skal takast.

Á myndin situr Jógvan Skorheim vinstrumegin í borgarstjórasessinum á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Høgrumegin er tað Atli S. Justinussen býráðslimur fyri Fólkaflokkin.