Klaksvíkingar fleiri fingrar við í spælinum

Nú verður av álvara talt niður í FM kappingini í fótbólti

Síðsta sunnudagsumfarið í fótbólti í hesum kappingarárinum verður ídag. Tað er tvíkapping um FM millum Víking og KÍ. Víkingur hevur ongantíð áður vunnið meistaraheitið, og tað eru seytjan ár síðani, at KÍ vann FM fyri seytjandu ferð.

 

Víkingur er undan næstsíðsta umfari eitt stig undan KÍ, sum í dag eigur heimavøll ímóti B68, sum er aftast og næsta ár skal spæla í næstbestu deildini.

Annar av B68 venjarunum er Oddur Olsen, sum er klaksvíkingur og búsitandi í Klaksvík, har hann í fjør vandi næstbesta liðið.

 

 

Víkingur eigur í dag heimavøll ímóti meistarunum tvey tey seinastu árini. Á odda fyri B36 stendur klaksvíkingurin Eyðun Klakstein. Leygardagin skal KÍ í síðsta umfari spæla í Fuglafirði. Annar av ÍF venjarunum er klaksvíkingurin Jákup Mikkelsen.

 

 

NSÍ eigur heimavøll ímóti illa sperda AB, HB eigur heimavøll ímóti ÍF, og TB eigur heimavøll ímóti Skála, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður.

 

 

Líkindini at spæla fótbólt verða góð seinnapartin. Sagt verður frá loti av landsynningi, tað verður skýggjað og ælaveður, og hitin verður upp í ellivu stig.

 

 

KÍ-B68: Eiler Rasmussen k. 15.00

Víkingur-B36: Lars Müller kl. 15.00

NSÍ-AB: Petur Reinert kl. 15.00

HB-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00

TB-Skála: Alex Troleis kl. 15.00

 

 

Støðan undan 26. umfari

 http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792