Klaksvíkingar eru kroystir

Vágbingar, sum hava vunnið tvær ferðir, hava alt fólkið tókt, og hjá KÍ, sum hevur tapt tvær ferðir, er Jan Joensen við aftur

 

VB-KÍ:


Upptakt


Hóskvøldið fóru KÍ spælararnir um Suðuroyarfjørð við Norrønu. Ì dag skulu teir á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági, og tað stendur nógv á. KÍ hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar, og tey seinnu árini hava teir ikki havt nøkur serlig úrslit at vísa á, tá teir hava spælt í Vági.

? Vit taka ein dyst í senn. Ímóti HB sýndu spælararnir góðan hugburð, og vit hava álit á, at tað fer at eydnast at fáa mál og stig. Men vit eru greiðir yvir, at tað verður strevið ímóti føroyameistarunum í Vági, sigur Karl Birgir Isaksen, sum er formaður í fótbóltsdeildin hjá KÍ.

Hjá klaksvíkingum er veteranurin Jan Joensen við aftur. Hann var leikbannaður ímóti HB. Símun Waag Høgnesen hevur trupulleikar við liðbandi í knænum, hann hevur ikki vant seinastu tíðina, og hann verður ikki við í dag.


Allir tøkir

Í Vági er lagið gott eftir góða sigurin á Svangaskarði. Allir spælararnir eru tøkir, og sjálvsálitið er í toppi. VB hevur ikki tapt í landskappingini á heimavølli í meiri enn eitt ár.

? Síðsta tapið var í 2. umfari í fjør, tá B71 vann 1?0 her suðuri. Ta ferðina hevði VB so at siga alt spælið, men B71 vann. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at uppgávurnar verða tiknar í álvara hvørja ferð, og at konsentratiónin verður varðveitt alla tíðina, heldur Óli Holm, formaður í VB.

? VB er føroyameistari, og á Vágs eiði spælir VB altíð sítt spæl. Men tað er týdningarmikið, at okkara spælarar ikki undirmeta KÍ, sjálvt um klaksvíkingar hava tapt teir báðar fyrstu dystirnar. Okkara spælarar hava hava nógvar royndir, og eg havi tað álit á teimum, at teir taka uppgávuna í tí álvara, sum skal til.