Talan var um orduligan kvøldróður, tá ið 10-mannaførini í fínum og føgrum róðrarlíkindum settu punktum fyri kappróðrinum á varmakeldustevnu.
Klokkan var farin av hálvgum átta, tá ið Suðuroyingur og Klaksvíkingur borð um borð fóru siglandi um málið.
Suðuroyingur var leingi eitt vet undan Klaksvíkingi, men sum tað leið frá túsund metra málinum og inn ímóti endamálinum, so kendist tað sum um, at tøkini munaðu meiri hjá Klaksvíkingi, sum á málinum var umleið eina hálva bátslongd frammanfyri treisku suðuroyingarnar.
Havnarbáturin fylgdi væl við í startspurtinum og eitt sindur meiri enn tað, men so misti hann í øgiligu kappingini, og á málinum var hann meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri hinar báðar bátarnar.
Úrslitið í dag ber við sær, at Klaksvíkingur nú er trý stig frammanfyri Suðuroying í kappingini um FM.
1 Klaksvíkingur 09:17.09
2 Suðuroyingur 09:18.17
3 Havnarbáturin 09:24.06
Støðan
1 Klaksvíkingur 34
2 Suðuroyingur 31
3 Havnarbáturin 25