Klaksvíkingar aftur bestir

Tað var leingi sera tætt og spennandi fyrra partin av 2000 metra teininum, tá ið 10-mannaførini í góðum róðrarlíkindum seinnapartin kappaðust á Fjarðastevnu á Skála.

 

Suðuroyingur, Havnarbáturin og Klaksvíkingur royndu allir at hava stavnin frammanfyri kappingarneytarnar báðar, og tað kendist vera heilt opið, um tað fór at verða ein, ella ein annar ella triði, sum fór at vinna.

 

Men so fór munurin at vísa seg. Havnarbáturin misti støðugt í mun til Suðuroying, og Klaksvíkingur hevði hug at draga frá Suðuroyingi. Tá ið knappir fimm hundrað metrar vóru eftir á mál, gjørdi Suðuroyingur rættuliga roynd at vinna seg inn aftur á klaksvíkingar. Munurin tódnaði, men í endaspurtinum vísti Klaksvíkingur, at tað búði meiri í honum. Við støðugum og kraftmiklum tøkum svam Klaksvíkingur frá Suðuroyingi, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Suðuroyingur vann við einari lítlari bátslongd kappingina á Havnarbátinum um silvurplássið.

 

1 Klaksvíkingur 09:37.07

2 Suðuroyingur 09:41.10

3 Havnarbáturin 09:43.13

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 20

2 Suðuroyingur 19

3 Havnarbáturin 15