Tað prutlar undir lokinum allastaðni í Klaksvík, og á gomlu brandstøðini ger ein Gloymd Grýta nú vart við seg í skapi av spildurnýggju klaksvíkskabarettini, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer á pall við leygardagin.
Søtir og beiskir bitar
Tað er ein ordans biti, Klaksvíkar Sjónleikarfelag er í ferð við at gloypa um, nú tey hava lyft lokinum á Gloymdu Grýtini, ið fjalir onki minni enn søguna um Klaksvík eini 100 ár aftur í tíðina.
Seinastu dagarnar hava tey rørt væl í grýtuni, og valt bestu bitarnar úr – summir søtir, aðrir sterkir og onkrir kanska í so beiskir fyri onkran kræsnan góma. Hinvegin, ein søga uttan bit, hevði neyvan verið ein søga um klaksvíkingar ...
- Lat okkum bara siga, at vit fara at hyggja at okkum sjálvum frá einum ósjálvshátíðarligum vinkli, sigur formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Rudolf Joensen, í tí hann avdúkar, hvat tey funnu á botninum í grýtuni.
- Har lá søgan um, hvussu tað ber til, at Klaksvík eitur Klaksvík, so hon mátti sjálvandi við. Trupulleikin var bara, at søgan er uttan ljóð og litir, tí tað hendi jú fyri 100 árum síðani, sigur Rudolf Joensen við einum skálkabráði og peikar upp á pallin, har ein hópur av leikarum standa og skeldast og rópa - uttan eitt ljóð.
Sum skilst eru tað fólk úr teimum 4 ymsu hagapørtunum sum trætast um, hvør partur skal leggja navn til býin. Hví ongin fekk sín vilja, og býurin júst endaði við at eita Klaksvík, fara vit ikki at avdúka her annað enn, at tað ikki gekk stillisliga fyri seg.
Loynilig arkiv
Frá 100 ára gomlu stummsenuni taka leikararnir áskoðararnar við upp gjøgnum eina søgliga tíðarlýsing av lívinum í Klaksvík. Alt er, sum vera man, ikki við, men sumt eigur sítt sjálvsagda pláss – ikki minst læknastríðið í 1950 unum, sum ikki bara setti Føroyar men serliga Klaksvíkina á heimskortið.
Hóast søgan er væl lýst í søgubókunum, gekk ikki so lítið fyri seg aftanfyri leiktjøldini, sum uttan iva var minst líka spennandi.
- Vit havi verið í stórt sæð øllum partisanarkivum í býnum og funnið fram sangir og tættir, sum kanska ikki hava sæð dagsins ljós øll hesi árini. Nú sita vit so og meta um teir yvirhøvur tola dagsins ljós, flennir Rudolf Joensen heldur loyndarfullur.
Multietniskur dansur
Umframt søguligar hendingar goymir Gloymda Grýtan eina ørgrynnu av smásøgum, sum meir lýsa ein ávísan tíðaranda, ella, sum, Rudolf Joensen sigur: søgur um mátan, vit hava livað her norðuri.
Sambært formanninum í sjónleikarafelagnum hava eitt nú lívligu dansikvøldini í Klaksvík neyvan verið meir multietnisk enn í 1950 og 60 unum. Í øllum førum høvdu mannfólkini í Klaksvík so harða kapping frá norðmonnum, eingilskmonnum og donskum marinarum, at nógvir ivaleyst minnast tað enn.
Longur upp í tíðini síggja vit, hvat tað gjørdi við klaksvíkingar, tá sjónvarpið gjørdi sína innrás.
- Tað var ikki so, tí fólk mistu jú svøvnin av JR og hansara skálkabrøgdum í Dallas, ella tey gingu og vóru púra býtt í onkari danskari Grand Prix stjørnu, flennir Rudolf Joensen.
Full upp undir lok
Til at halda skil á øllum søgunum og leikararnum, hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag fingið Jákup Veyhe at leikstjórna. Eitt sera skilagott hugskot, heldur Rudolf Joensen, tí umframt at vera sera dugnaligur, kann havnamaðurin tryggja, at alt ikki blívur ov innforstaðið og lokalt.
Við eini fjaldari rødd, sum í stuttum sigur frá, hvat gongur fyri seg, kunnu eisini tey ungu fylgja við uttan trupulleikar.
Ikki tí - Gloymda Grýtan er full upp undir lok av hendingum, so bæði Norðoyatunnilin og Summarfestivalurin eru sloppin upp í part.
Hóast umstøðurnar at venja ikki eru tær allarbestu á gomlu brandstøðini, ber Rudolf Joensen ongan ótta fyri, at alt ikki fer at spæla væl av. Umframt Jákup Veyhe hava tey nevniliga fingið íslendska Árna Baldvinsson at taka sær av ljósinum, meðan tónleikurin er í bestu hondum hjá Magna Husgaard.
Luksustrupulleiki
Ongin søga um Klaksvík uttan tónleik, og Gloymda Grýtan gloymir sjálvsagt ikki at minna á, at ein týðandi partur av besta tónleikinum í Føroyum hevur sín uppruna í Klaksvík.
Og nógv bendir á, at tónleikararnir í Husgaards kapel hava havt ein luksustrupulleika, tá teir skuldu velja 10 klaksvíksløg út til eina sirpu, sum er partur av kabarettini.
- Vit byrjaðu við at velja eini 20 løg frá, ikki tí tey ikki vóru góð, men tí tey ikki hóskaðu inn í takt og rytmur. Men sjálvt um vit vóru freistaðir at velja nógv fleiri løg, haldi eg, at hesi 10 umboða væl nógva tónleikin, sum klaksvíkingar hava gjørt, sigur Hallur Joensen, sum syngur og spælir gittar í Husgaards kapel.
Teir, sum manna bólkin, eru annars: Magni Husgaard, kapelmeistari, Hans Hjalti Skaale, sang, Hallur Joensen, sang og gittar, Jens Pauli Joensen, trummur, Jógvan Fróðin Baldvinsson, bass, Rudolf Joensen, sang og Mikkjal Hvannastein, el-gittar.
Fakta:
Gloymd Grýta á Brandstøðini! verður sýnd Sjómannadagin 16. august á nýggju brandstøðini kl. 12, kl. 14, kl. 16 og kl 18.