Summarfestivalur
Summarfestivalurin hevur nú keypt eitt nýtt tjald. Tjaldið er heilar 78 metrar langt og skal nýtast til strekkið frá rundkoyringini við posthúshornið til bygningin hjá Føroya Tele. Tað vil siga, at økið, har allir básarnir plaga at standa, verður nú innilokað. Økið skal nýtast til matstøð, barrir og aðrar sølubúðir.
Í hesum sambandi hevur Klaksvíkar Timburhandil játtað at stuðla Summarfestivalinum. Timburhandilin í Klaksvík fekk nýggjar eigarar í mei-mánaði í ár, og vilja teir hervið gera seg enn meiri sjónligar í nær umhvørvinum.
- Summarfestivalurin er eitt serligt tiltak, sum fevnir um allar aldursbólkar. Tískil mettu vit, at tað var eitt sera gott hugskot at stuðla tiltakinum, sigur Jónstein Knudsen, stjóri á P/f Snaraløkur, sum eru nýggju eigararnir av Klaksvíkar Timburhandli.
Hann heldur fram, at Summarfestivalurin kemur øllum við kanska serliga í Klaksvík men eisini kring Føroya land.