ÓLAVUR Í BEITI
Í eykajáttanarlóg nr. 2 fyri november sum var løgd fyri tingið í farnu viku, verður biðið um eykajáttan til Klaksvíkar sjómansskúla til raksturin. Í viðmerkingunum til hesa rakstrarjáttan, verður greitt frá, at eisini næmingarnir á Klaksvíkar Sjómansskúla skulu út at sigla við venjingarskipi, og til hetta endamál var Ólavur Halgi nýttur, til hann varð seldur av landinum. Síðan tá hevur siglingin við venjingarskipi verið óstøðug, og hava ymisk skip verið leigað til endamálið.
»H.C. Andersen«
Víðari verður greitt frá, at í ár hava sjómansskúlarnir, Føroya Sjómansskúli og Klaksvíkar Sjómansskúli, leigað danska skúlaskipið H. C. Andersen. Meðan Føroya Sjómansskúli hevur eina serliga játtan til sigling við venjingarskipi, hevur Klaksvíkar Sjómansskúli onga slíka játtan. Kortini hevur Klaksvíkar Sjómansskúli megnað at goldið fyri siglingina við avlopinum, sum skeiðvirksemi skúlans hevur givið í 1998.
? Av tí at trygdarskeiðini ikki longur eru undir virksemi skúlans, men verða framdar av Fiskimálastýrinum, og leigan av venjingarskipinum er vorðin munandi dýrari, hevur skúlin við verandi játtan ikki møguleika at gjalda fyri sigling við venjingarskipi.
? Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt avtalu við Fiskimálastýrið um, at næmingarnir á sjómansskúlunum sleppa at sigla við nýggja vaktarskipinum, sum Fiskimálastýrið letur byggja í Noreg, verður sagt í viðmerkingunum til eykajáttanarlógina fyri november.










