Klaksvíkar sjúkrahús skal styrkjast

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
---
Hósdagin 6. mars frættist, at landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Han­sen, steðgar sum lands­stýris­maður í summar. Hetta kemur møguliga ikki óvart á fólk, tí miðflokkurin boðaði frá, tá Miðflokkurin fór í samgongu, at semja var um, at Karsten Hansen tók sæti í tvey ár, áðrenn ungur avloysari var funnin. Nú er so kunngjørt, at Karsten Hansen gevst í summar.

Hvussu við Klaksvíkar sjúkrahús?
Men framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á, áðrenn landsstýrismaðurin steðgar í summar. Undirritaða setti lands­stýrismanninum skriv­ligan fyrispurning 19. mars 2013, har spurt var um, um landsstýrismaðurin ætlaði at taka støðu til, hvørjar funksjónir skuldu vera á Klaksvíkar sjúkra­húsi. Hvussu tað varð við endur­venjingini. Um landsstýrismaðurin ætlaði, at uro­logiin, ortopædiin og medisinska viðgerðin framhaldandi skuldi vera á Klaksvíkar sjúkarhúsi. Síðst, men ikki minst, hvussu lands­stýrismaðurin ætlaði at skipa føroyska heilsuverkið fram­eftir.

Svar
Í svarinum (dagf. 19 mars 2013) segði landsstýrismaðurin mill­um annað, at: “skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsu­nýskipan, har virk­semið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsu­verk­inum.”

Nú má tað vera
Løgtingið hevði aðalorða­skifti um heilsunýskipanina 8. november 2013, har landsstýrismaðurin legði frá­greiðing fyri Løgtingið, har hann millum annað vísti á, hvussu heilsuøkið skuldi skipast frameftir. Men vit bíða framvegis eftir lands­stýrismanninum. Hvussu ætlar hann at skipa Klaks­víkar sjúkahús frameftir? Hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi? Hvussu við endurvenjing? Urologiini? Ortopædiini? Medi­sinsku viðgerðini?
Framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á. Tí verða omanfyrinevndu spurningar settir.
1. Fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi, áðrenn hann fer frá sum landsstýrismaður?
2. Skal uppvenjing fram­haldandi vera á Klaks­vík­ar Sjúkrahúsi?
3. Verður støða tikin til, um urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð fram­haldandi skulu bjóðast á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús skal skipast frameftir, áðrenn hann sigur lands­stýrissessin frá sær?