Klaksvíkar Sjúkrahús fekk játtan eftir egnum tilmæli

John Johannessen, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum
------------
Tað var ikki sørt undranarvert at hoyra sjúkrahússtjóran í Klaksvík staðfesta í Kringvarpinum, at hann bert hevði fingið íløgupengar til at “pjøssa uppá” sjúkrahúsið. Veruleikin er, at fíggjarkarmurin er lagdur eftir tilmæli frá sjúkrahússtjóranum sjálvum.
”Mælt verður til, at 5 mió. kr. verða funnar í ár og restin yvir tey næstu tvey fíggjarárini. Bygginevnd og serkøn (arkitektar/verkfrøðingar) eiga beinanvegin at fara í gongd við eina neyva umbyggingarætlan. “
Soleiðis skrivar sjúkrahússtjórin til Heilsumálaráðið í sambandi við fyrireikingarnar til samráðingarnar í vár um fíggjarkarmar fyri næstu árini. Hetta eftir, at partarnir hava staðfest, at tað ikki er hugsandi at farið verður undir at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík fyrr enn um nøkur ár.
Hetta tilmæli tók eg til mín og bað um pengarnar í samráðingunum við landsstýrið. Men tað eydnaðist ikki tá ikki í fyrstu atløgu at fáa neyðugu upphæddirnar.
Tó bar betur til, tá málið var til viðgerðar í fíggjarnevndini. Eftir nógv samskifti við fíggjarnevndarlimirnar eydnaðist at fáa neyðuga peningin, júst eftir tilmælinum frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sostatt fær sjúkrahúsið 5 mió hvørt árið í 2012, 2013 og 2014 eftir samtyktu fíggjarkarmunum. Afturat hesum er játtanin hjá Landsverki til viðlíkahald av almennum bygningum somuleiðis hækkað. Hetta eru somuleiðis pengar, ið kunnu nýtast til umvælingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjálsagt hevði eg verið fegin, um tað eydnaðist at fáa enn meira pening til dagføringar av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tó so, íløgupeningurin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal eftir tilmæli frá sjúkrahúsinum sjálvum nýtast soleiðis:
Umbygging á deild A – nýggju felagsdeildini: 3,0 mió. kr.
Skurð- og skaðastovuumráðið: 2,0 mió. kr.
Umbygging á deild M – nýtt ambulatorium v.m. 2,0 mió. kr.
Aðrar tillagingar runt um í húsunum: 3,0 mió. kr.
Viðlíkahald, máling av øllum bygningum: 2,0 mió. kr.
Renovering av gulu húsunum í urtagarðinum: 3,0 mió. kr.
Hetta er tilsamans 15,0 mió. kr.
Ætlanin um nýtt Heilsuhús í Klaksvík er ógvuliga áhugaverd. Men hon krevur nærri politiska viðgerð. Og ongi lyfti eru enn givin – heldur ikki av fyrrverandi landsstýrisfólkum.