Klaksvíkar sjúkrahús – enn einaferð

At eygleiða ágangin á Klaksvíkar sjúkrahús er sanniliga ikki stuttligt. Eg ivist stórliga, at hetta bert eru bítandi hestar, nú krubban er tóm.

Hetta líkist meiri einfaldastu hugsanini: meir fyri minni, og tí er betur, at alt er í Havn. Ongantíð havi eg hildið meg sjálva verið lokalpolitiska burturav. Men nú haldi eg, okkara fólkavaldu úti um landið áttu at farið til verka. Tí ágangurin økist. Seinasta perlan í ketuni er at lata føðistovuna aftur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tí tað er tryggari at eiga í Havn, har alskyns hentleikar og serfrøði er.
Tað er jú púrasta burturvið at próvføra á henda hátt!
Barnakonur ikki sjúklingar
Kjakið um útjaðara og miðstaðin er á lágum støði. Men argumentini sigast vera tikin á høgum støði, frá sjálvum tí danska heilsumálaráðnum, sum hevur gjørt ætlan fyri, hvussu danska heilsuøkið best og tryggast verður skipað. Og hetta rakar so eisini føroyska heilsuverkið.
Men tað er fyri tað fyrsta ongin sjúka at eiga barn, men tvørturímóti tað natúrligasta og vónríkasta lívsupplivilsi, menniskjanum unnist. Og jarðarmøður hava alla tíð, føðideildin á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur virkað, sent truplar ella álvarsligar føðingar til Havnar uttan stórvegis hóvasták. Og so hava barnakonur kunnað átt í nærumhvørvinum í tryggum og hugnaligum umstøðum, nær familjuni.
Tryggleiki, í mun til hvat?
Stjórin á sjúkrahúsinum í Klaksvík fekk ikki annað enn verið samdur við útvarpskonuna, ið spurdi, um tað ikki er tryggari at eiga á Landssjúkrahúsinum. Og hesum kunnu vit øll geva honum rætt í, tí her er serfrøðin savnað. Men ikki at kunna eiga børn í Klaksvík uttan serfrøði, tað er tað sama sum at krevja allar sjúklingar sendar niður á Ríkissjúkrahúsið beinanvegin, tí har er nógv tryggari. Ella kanska allar barnakonur? Tí ov tíðliga fødd børn hava betri fortreytir á serdeild í danska høvuðsstaðnum enn á landssjúkrahúsinum!
Politiskar loysnir vænta
Føroyskir politikarar skulu ikki bara fylgja donskum álitum. Politikarar skulu føra politikk. Teir skulu siga, hvussu teir vilja hava hetta landið skal síggja út, og hvat økini skulu bjóða sínum borgarum. Og nú er tíð upp á at siga okkum úti um landið, um tað ikki bara er nógv bíligari at øll búgva í Havn... Tí argumentini tykjast vera í krónum og oyrum eina! Eg góðtaki ikki, at heilsuverkið verður skipað eftir donskum leisti. Vit búgva ikki í Danmark, vit búgva í Føroyum, og hetta land má skipast eftir føroyskum leisti.
Kvinnur stovnsgjørdar
Eg góðtaki ikki, at kvinnur í norðara partinum av landinum skulu stovngerast, tí tær skulu eiga barn. Føðing er náttúrligt fyribrigdi, ja, hjá nógvum kann hetta ganga fyri seg heima, so langt burtur frá stovnum sum gjørligt, sum rákið uttan um okkum er. Og hvat er vunnið, tá jarðarmøðra tænastan skal varðveitast og framvegis skal virka her norðuri, um ungar kvinnur í staðin fara at fáa sær heimaføðing? Tað verður ikki bíligari, tvørturímóti.
At missa slíkan náttúrligan rætt sum at føða barn í nærumhvørvinum, tá vælvirkandi føðideild er á staðnum, eiga kvinnur ikki at góðtaka. Hvørki kvinnur í Norðoyggjum ella í Suðuroy. Nú avgerðin er tikin, so vóni eg, at politikarar taka hesi sjónarmið við í víðari viðgerð, tí seinasta orðið um tey trý sjúkrahúsini er neyvan sagt.