Í ár eru 40 ár liðin, síðani Klaksvíkar Rotary Clubbi varð settur á stovn. Felagsskapurin hevur verið virkin í tí stilla. Eitt høvuðsmál hevur verið skiftisnæmingar, at teir hava kunnu farið í útlond at nomið sær kunnleika, mál og mentan, og at skiftisnæmingar úr útlondum eisini hava verið í Klaksvík.
Teir næmingar, sum eru farnir higani, hava flestir verið í USA og Avstralia. Talan er um heilar 40 skiftisnæmingar, sum eru farnir flestu úr Klaksvík, og 25 fremmandir hava verið í Klaksvík. Tey fyrstu, sum fóru úr Klaksvík, vóru Rani Hansen og Anita Bringsberg, sum fóru til USA í 1979.
Fyri at hátíðarhalda føðingardagin og ikki minst hesar 65 skiftisnæmingarnar, hevði Rotary boðið øllum skiftisnæmingunum Út í Grøv at grilla í dag. Dagurin byrjaði klokkan 12, har Palli Ziskason bjóðaði vælkomin. Sangur var á skránni og røður, umframt hópin av pylsum og búffum, køkum og kaffi og prátið gekk so lystiliga.
Henning Bøgesvang legði fyri við røðu og kunnaði um arbeiðið, sum hann saman við øðrum hevði tikið sær av kring skiftisnæmingarnar. Eisini um ábyrgdina av at senda næmingar oftast eftir 3. real ella 10. flokk so langa leið. Men allir høvdu fingið hópin við í førningi, sum við vissu hevði ávirkið teirra lívsleið.
Hetta kvittaði Jóhanna á Tjaldrafløtti fyri, ið greiddi frá síni ferð sum skiftisnæmingur í USA fyri 30 árum síðan og um hvussu samskiftið tá var við ongari fartelefon, Facebook og enn minni nøkrum interneti. Tá vóru nógv brøv send, og um tað onkuntíð eydnaðist, so var tað í mesta lagi eina ferð um mánaðin, at man fekk tosað tveir minuttir heim í telefon. Tó hevði ferðin broytt hana, so hon var meira rúmlig í uppfatan av sínum medmenniskjum - og í ryggsekkinum vóru bert góð minnir.
Anita Bringsberg, sum nú hevur ein bókahaldil í Keypmannahavn, greiddi frá, at tá hon kom til USA í 1979, var tað næstan undarligt at síggja ein døkkan blámann. Hon hevði ikki sæð ein slíkan áður. Men tað, sum var so mikið meira óhugnaligt, var, at tey littu vóru minni vird, og hon kundi ikki so lætt samskifta við tey, hóast hon ynskti tað. Har vóru serligir bussar til tey littu. Hetta var eftir hennara tykki ein heldur óhugnalig uppliving, men soleiðis var tað bara tá.
Allir skiftisnæmingarnir, sum vóru komnir til hugnaløtuna Úti í Grøv, greiddu stutt frá, hvar teir høvdu verið og nær, og onkur teirra var komin langvegis bert til hesa løtuna onkur eisini úr Danmark.
Joel Cole kom sum skiftisnæmingur úr USA í 1986 og búði í Klaksvík. Hann gjørdist so húsvandur, at hann ansaði húsunum hjá Henning Bøgesvang, meðan hann var í USA sum fongsulsprestur í sjey mánaðar. Joel var eitt ár her sum skiftisnæmingur og fór so aftur til USA. Men hann kom skjótt aftur og gjørdist rættur klaksvíkingur. Hann spældi eitt nú við í Dynamit og hevði ymisk fyrifallandi arbeiði í Klaksvík, eisini sum vikarur í skúlanum. Joen Cole tosar ræðið føroyskt.
Tá Klaksvíkar komuna fyllti 100 ár, gav hann kommununi eina standmynd, hann hevði gjørt, sum tøkk fyri nógv góð ár í Klaksvík. Joel hevur seinnu árini livað sum listamaður í USA, men er heima nú við føroysku unnustu síni, sum er komin á soppin.
Palli Ziskason visti at siga frá, at nøkur teirra, sum ikki kundi koma heim úr Danmark, hava skipað fyri eini hugnaløtu í Keypmannahavn í kvøld, har tey á sín hátt minnast aftur á góðar dagar sum skiftisnæmingar.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu helt eisini røðu og takkaði fyri virkna lutin hjá Klaksvíkar Rotary Clubba í lokalsamfelagnum og ikki minst við at menna ungdómin á henda hátt. At trygg og kjølfest skipan er kring tey og at tey fáa høvi at uppliva eina heilt aðra mentan undir tryggum kørmum. Og, sum vit hava hoyrt í dag, so hevur hetta verið førningur fyri tey ungu.
Johanna á Tjaldrafløtti takkaði í røðu síni eisini fyri álitið, teimum ungu varð víst, at Rotary hevði boðið teimum henda møguleikan. Av teimum royndum hon hevði havt, lat hon tí nú trygt dóttir sína fara avstað í næstum til USA sum skiftisnæmingur.
Ein sera hugnalig og lærurík løta Úti í Grøv, sum eisini var serlig fyri skiftisnæmingarnar, ið høvdu rættiliga nógv at siga frá og samskifta um sína millum.
Orð & myndir: Dávur Winther










