Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús hava týðandi leiklut í framtíðar sjúkrahúsverki í Føroyum

Vit skulu skipa okkara sjúkrahúsverk gagnligt og skilagott fyri allar landsins borgarar – tað vil siga, eisini við hjartanum. So vit fáa eitt sjúkrahúsverk, sum tænir øllum borgarum landsins best

Tí er tað ein ósaklig ræðukampanja frá Jákupi Petersen og øðrum at brúka í kommunalpolitiska valstríðnum, at ein felags yvirskipað leiðsla fyri føroyska heilsuverkið verður ein hóttan móti smáu sjúkrahúsunum. Tað er kanska so, at Jákup Petersen og møguliga onnur við vilja ráða yvir teirra egnu kongaríkjum. Men tað er ikki vist, at tað er tað skilabesta fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

 

Tvørturímóti teirra ræðukampanju er endamálið, at vit kunnu samskipa og fáa sum mest burtur úr øllum okkara tilfeingi í heilsuverkinum, har teir ymsu partarnir skulu virka saman heldur enn at kappast móti hvør øðrum.

 

Tá tað snýr seg um sjúkrahúsverkið, skulu vit ikki lata politikkin stýrast av nøkrum seráhugamálum, ið ikki vilja hyggja at heildini og felags ágóðanum, men heldur vilja tvíhalda um sítt egna vald.

 

Sjúkrahúsverk við skili - og við hjartanum!

Men vit skulu sanniliga heldur ikki lata okkum stýra av køldum roknimeistarum og rationaliseringsekspertum – tí so hevði alt virksemið bara verið miðsavnað í høvuðsstaðnum.

 

Tað vilja vit ikki. Tí vit skulu skipa okkara sjúkrahúsverk gagnligt og skilagott fyri allar landsins borgarar – tað vil siga, eisini við hjartanum! So vit fáa eitt sjúkrahúsverk, sum tænir øllum borgarum landsins best, bæði teirri helvtini, sum býr í miðstaðarøkinum og hini helvtini, sum hevur sína dagliga tilveru í útjaðarinum.

 

Framvegis trý sjúkrahús

Í sjúkrahúslógini er ásett, at tað skulu vera 3 sjúkrahús í Føroyum. Tað er eingin ætlan at broyta hetta. Og skuldi nakar verið í iva, so fingu vit prógv fyri í fjør, at tey smáu sjúkrahúsini so avgjørt hava serstakar fyrimunir at bjóða í einum samanhangandi føroyskum Heilsuverkið. Her hugsi eg um sjúklinganøgdsemiskanningina, sum m.a. vísti, at sjúklingarnir settu stóran prís upp á tænasturnar sum vóru veittar á teimum smærru sjúkrahúsunum.

 

Endamálið við at seta ein heilsuverkstjóra, er at samlaða tilfeingið í føroyska heilsuverkinum verður gagnnýtt best møguligt, samstundis sum ein skipað menning verður løgd til rættis, sum er galdandi fyri alt heilsuverkið.

 

Sjálvandi koma øll 3 sjúkrahúsini eisini at hava teirra egnu lokalu leiðslur - um enn hesar skulu leggja virksemi til rættis út frá heildini í huga í samráð við teirri yvirskipaðu leiðsluni, sum nú fer at verða myndað við einum heilsuverkstjóra.

 

Tí er tað skeivt og villleiðandi, tá Jákup Petersen og onnur, ið muta ímóti ætlaðu samskipanini av sjúkrahúsverkinum, ræða fólk við, at nú skal ein stjóri í Havn seta læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og vaskifólk í Klaksvík og Suðri.Tað verður sjálvsagt eisini frameftir uppgávan hjá leiðslunum á sjúkrahúsunum at skipa fyri vanliga dagliga rakstrinum og umsitingini, harí eisini at seta fólk ella loysa tey í starvi.

 

Smáu sjúkrahúsini gagnnýtast betri

Tað hevur ofta verið frammi, at tað er tøkur kapasitetur á teimum smærru sjúkrahúsunum. Hetta skal gagnnýtast betur enn tað verður gjørt í dag. Við eini yvirskipaðari tilgongd skulu vit tryggja, at alt tilfeingið á øllum trimum sjúkrahúsum verður gagnnýtt á besta hátt. Tí eru eisini ítøkiligar ætlanir um, at loysa upp fyri fløskuhálsum, so at sjúklingar skjótari kunnu sleppa framat, m.a. við at verða fluttir og samlaðir til ávísar viðgerðir, har sum kapasitetur er – antin tað er í Havn, í Klaksvík ella í Suðuroy.

 

Tey sum varða av og eru góð við sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy skulu ikki ber nakran ótta fyri, at undirritaði landsstýrismaður í heilsumálum ikki vil gera alt fyri at tryggja hesum týdningarmiklu lokalu heilsustovnum ein týðandi leiklut í framtíðar føroyska sjúkrahúsverki. Umframt at tey skulu røkja neyðugar uppgávur sum nærsjúkrahús í økjunum, skulu hesi sjúkrahús eisini kunna átaka sær nýggjar uppgávur, m.a. í fólkaheilsupolitiskum høpi, og t.d. sum miðdeplar í eini landsfevnandi skipan fyri rehabilitering ella uppafturvenjing í Føroyum.