Fyri at fáa pláss fyri íløgum skarvar Klaksvíkar kommuna av rakstrarútreiðslunum næsta ár Klaksvíkar býráð hevur skarvað einar tríggjar milliónir krónur av rakstrarútreiðslunum á fíggjarætlanini næsta ár.
Á uppskotinum til fíggjarætlan næsta ár eru rakstrarútreiðslurnar mettar til einar 100 milliónir krónir, men býráðið ætlar at skarva meiri av.
-Nú miðja vit ímóti, at fáa raksturin niður á einar 95 milliónir krónur, so vit fáa betri pláss fyri íløgum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Íløgurnar skulu eitt nú brúkast til arbeiðið at gera ein nýggjan Ósáskúla fyri 50-60 milliónir krónur.










