Rotið ella well ??
Hesa seinastu býráðssetuna havi eg fleiri ferðir ”krympa tær” tá avgerðir um líkt og ólíkt hava verið tiknar og líka ofta havi eg sagt við meg sjálvan: ”Hatta kann gerast betur”.
Tað er høvuðsorsøkin til, at eg stilli upp. Tí tað kann gerast nógv betur!!
Eitt dømi um hetta er miðbýarætlanin, sum eftirhondini er so rúgvismikil, at uppskot og tekningar rúmast í fleiri bingjum.
Nú er nokk av peningi brúktur til uppskot og tekningar av miðbýnum. Her skal handlast og miðbýurin skal taka skap.
Mítt slagorð er: ”Ein kommuna fyri okkum øll” og tað er eisini mín áskoðan um ein komandi miðbý.
Tað finnast fólk her í kommununi, sum eru virkisfús og hava áræði til at skapa mentanar- og trivnaðartilboð, sum hóska seg í einum livandi miðbýi.
-Lat hesi sleppa at gera tónleikastøð við og uttan skeinkingarloyvi.
-Lat hesi sleppa at gera kaféir við og uttan skeinkingarloyvi
-Lat hesi sleppa at gera dansitiltøk við og uttan skeinkingarloyvi.
Kommunan skal ikki hava avmarkingar til skeinkingarloyvir og leggja forðingar í vegin fyri virkisfýsni. Kommunan skal spæla við og viðmæla. Vit eru nógv sum duga mátahald og hava eitt púra nátúrligt forhold til skeinking.
Tað er í lagi at vera lívsnjótari aftaná ein arbeiðsdag ella arbeiðsviku.
Tey ungu yvir 18 ár halda her er rotið og alt ov fáir valmøguleikar, tá farast skal í býin. Tey ríma til Havnar í vikuskiftinum fyri at fáa eitt fjølbroytt býarlív, sum er til stóran ampa og stúran hjá teimum nærmastu. Tað er púra náttúrligt at ung fólk vilja royna sítt flog, men best var um tey kundu byrjað í sínum heimaumhvørvið.
Eg veit fullvæl, at tað er ymiskt hvørji virðir og áskoðan vit sum búgva í Klaksvíkar Kommunu hava og tað virði eg fult út. Men í mínum hugaheimi skal sjálvsavgerðarrætturin hjá vaksnum fólki takast í álvara og vera í hásæti og tí kann tað eina ikki útihýsa einum øðrum.
Eg havi onga ætlan um at fáa persónligar ella fíggjarligar fyrimunir í einum møguligum býráðssessi, men eg ynski at verða boðberi hjá borgarum, ið deila somu virðir sum eg sjálvur.