Á býráðsfundinum í seinastu viku samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2012, sum
eitt nú er eyðkend av íløguni í nýggja røktarheimið, spillivatnsætlanini og
lækkingini av kommunuskattinum úr 22,25 prosentum niður í 21,75 prosent.
Eftir fleiri viðgerðir í nevndum býráðsins seinastu mánaðirnar varð endaliga
uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 lagt fyri býráðsfundin.
Samtykta uppskotið javnvigar við 145,5 mió. krónum í skattainntøku, 98,9 mió. krónum í rakstrarútreiðslum, 8,2 mió. krónum. í rentum, 33,3 mió. krónum í íløgum, fimm mió. krónum í avdráttum og
hevur eitt úrslit, áljóðandi kr 94.700,- í avlopi.Fíggjarætlanin, sum byggir á eitt
skattaprosent á 21,75 og barnafrádrátti áljóðandi kr. 4.000,- varð samtykt við 11 atkvøðum fyri og 0 ímóti.