Randi Jacobsen
Seinastu árini hevur kommunan lagt nógva orku í at niðurgjalda skuld, og skuldin er nú komin 23 mió. krónur undir álíkningina.
Men samtyktin hjá býráðnum í gjárkvøldið um at yvirtaka hallirnar kann hava við sær, at skuldin fer upp á eina álíkning aftur, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
Skuldin í hallunum báðum er 17,6 mió. krónur, og neyðugt verður við peningi aftrat til ábøtur. Tað má alt fíggjast við lántøku.
Gunvá við Keldu harmast avgerðina hjá býráðnum. Semja var ikki, men tað lá í kortunum, at hallirnar skuldu skipast í eitt felag, og at kommunan skuldi økja sín stuðul.
Ítróttarfeløgini í Klaksvík heittu á býráðið um at yvirtaka hallirnar, men borgarstjórin heldur ikki, at tann áheitanin var serliga væl umhugsað, tí yvirtøkan av hallunum hevur við sær, at aðrar ítróttarverkætlanir, eitt nú rennibreytin og skýlið mugu bíða.
Gunvá við Keldu ivast ikki í, at samtyktin hjá býráðnum hevur samband við, at býráðsval verður um tveir mánaðir.
Tað verða eisini aðrar verkætlanir, sum verða skotnar út í framtíðina. Ætlanin er at byggja nýggja skúla á Ziskatrøð, svimjihøllin, mentanarhúsið í miðbýnum og annað.
Næsta ár verður stóra takið ellis- og røktarheimið, men tá ið tað er liðugt, verður rúmligari, sigur Gunvá við Keldu.