Klaksvík á umhvørviskortið

Komandi vikuskifti skipar Klaksvíkar kommuna fyri einari umhvørvisráðstevnu. Á skránni verða fyrilestrar av ymsum slagi, og er hetta, sambært Rana Nolsøe ein roynd liður í at skapa trivnað í býnum

Klaksvík:
Leygardagin verður ljóskastarin settur á umhvørvið í Klaksvík. Kommunan skipar fyri einari ráðstevnu, har mangt og hvat verður á skránni.
Rani Nolsøe, sum er formaður í Heilsunevndini, sigur, at endamálið við ráðstevnuni er at fáa ljós sett á nøkur viðuskifti, sum fara at hava stóran týdning, tá undirsjóvartunnilin letur upp um tvey ár.
? Klaksvík kemur skjótt til eitt vegamót, og skulu vit skapa vøkstur, so mugu og skulu vit arbeiða við nøkrum møguleikum, sum gera, at vøksturin kann bera til, sigur hann.
Rani vísir eisini á, at tað verður tosað nógv um búskaparligan vøkstur, men tað heldur hann nyttar lítið, um ikki javnvág er í honum og vísir til týdningin av trivnaðinum í einum býi.

Fyrilestrar
Ráðstevnan býður upp á fleiri fyrilestrar. Millum annað kemur høvuðsarkitekturin, sum var við til bæði at gera upprunauppskotið um miðbýarætlanina fyri Klaksvík og síðani seinni at endurskoða sama uppskot, at greiða frá hesi stóru ætlan.
Eisini koma umboð frá Grong kommunu í Noreg at greiða frá, hvussu tey hava arbeitt við teirra miðbýarætlan. Herundir serliga arbeiðshátt og hvussu tey bóru seg at vit at fáa fígging og politiska undirtøku fyri ætlanini.
Umboð frá donsku fyritøkuni Nyvig, sum hevur gjørt vegætlanina hjá Klaksvíkar kommunu fyri býin.
? Tann ætlanin verður løgd fram á ráðstevnuni, og viðkomandi kemur at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina vegætlan serliga tá hugsað verður um øktu ferðsluna aftaná, at tunnilin hevur latið upp, sigur Rani Nolsøe.
Kári Purkhús, lívfrøðingur, fer somuleiðis at hava eitt upplegg á ráðstevnuni, har hann fer at tosa um týdningin av at varpa ljós á umhvørvið.
Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini, heldur, at við at seta fokus á umhvørvið og seta nakrar ætlanir út í kortið, fara møguleikarnir fyri búskaparligum vøkstri at økjast munandi.
Umhvørvisráðstevnan verður leygardagin í skúlanum við Ósánna. Hon byrjar klokkan 13.