Eitt víðkað og neyvari staðfest vinarbýarsamstarv skal tryggja, at teir seks norðurlendsku vinar¬býirnir, har Klaksvík er ein, kunnu luta royndir og íblástur á so mongum økjum sum gjørligt sínamillum ? hetta við tí endamáli at menna kommun¬alar tænastur og skapa enn betri trivnað.
14. og 15. apríl 2010 hittust umboð fyri vinarbýirnar í Tróndheimi, har avtalað varð, at stýrisbólkurin skal koma við tilmæli um nýggja samstarvsavtalu fyri tey komandi árini.
Í tíðindaskrivi sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík:
»Semja var um, at norðurlendska vinarbýarsamstarvið skal halda fram og helst víðkast til onnur og fleiri arbeiðsøki. Hildið verður, at ?Nordisk Platform? er ein týðandi pallur at kveikja hugskot millum býirnar, og at sterka netverkið millum býirnar somuleiðis er ein góður miðil at luta vitan og royndir sínamillum.
Á fundinum í Tróndheimi legði Klaksvíkar Kommuna fram nøkur ítøkilig uppskot til samstørv, og var semja millum borgarstjórarnar um, at arbeiðast skal miðvíst við hesum.
Í 15 ár hevur Klaksvík arbeitt saman við vinarbýum sínum eftir eini avtalu, nevnd ?Nordisk Platform?. Vinarbýirnir eru Tróndheim í Noregi, Norrköping í Svøríki, Tampere í Finlandi, Kópavogur í Íslandi og Odense í Danmark.
Avtalan hevur snúð seg um útbúgving, umhvørvi, mentan og vinnulív. Tó eru samstarvsøkini víðkað, sum frá er liðið, og onnur áhugamál eru komin uppí ? t.d. integratión, vitanarbýur, býarskipan, tøkni, burðardygg menning og borgarasamskifti. Og tað hava eisini verið ymisk samskifti, sum ikki allir býirnir hava verið við í, alt eftir tørvi.
Fyri Klaksvíkar Kommunu viðkomandi hevur samstarvið millum fólkaskúlarnar verið tað mest støðuga samstarvið, meðan onnur samstarvsøki, so sum musikkskúlar, umhvørvi og býarskipan, hava verið virkin í tíðarskeiðum.
Tað er vanligt í norðanlondum at hava vinarbýir, eisini við býir í Evropa, Miðeystri, Kina og Japan. Her er vinarbýarsamstarvið ?Nordisk Platform? øðrvísi á tann hátt, at talan er um eina ketu við fleiri vinar¬býum, sum er ein serlig styrki. Felags søgan og mentanin í norðanlondum er ein stórur fyrimunur fyri hetta samstarv, sum eisini ger londini og býirnar meira sjónlig altjóða. Talan er um eitt væl gróðursett netverk millum býirnar við mongum árum á baki.
Vinarbýarsamstarvið verður fyrisitið av einum stýrisbólki, mannaður við embætisfólkum úr býunum, harav fleiri hava verið limir í nærum 20 ár. Á henda hátt verður hildið, at støðið er tryggari og vitanin støðugari.
Fyri Klaksvíkar Kommunu, eins væl og hinar vinarbýarkommunurnar, er stóra avbjóðingin at gagnnýta tilfeingi og møguleikar í vinarbýarsamstarvinum. Her snýr tað seg eitt nú um at velja samstarvsøki, sum eru mest viðkomandi og geva bestu nyttu og íblástur, og at geva viðkomandi pørtum av kommununi møguleikar og umstøður at fáa gagn av hesum millumlanda samstarvi.
Í komandi tíð fer kommunan at leggja orku í at menna vinarbýarsamstarvið, soleiðis at tað skal gagna enn fleiri pørtum av kommununi.«










