FM-vinnararnir gjørdu bart, tá teir vunnu steypakappingina 2010, í harðari kapping við Havnina.
Sigurin kom til høldar í sambandi við Talvgalla-veitsluna við Gjógv leygardagin.
Seks feløg settu stevnu, at telva um snotuliga steypið.
Klaksvíkingar løgdu út sum eitt óløgi við at vinna 4 teir fyrstu dystirnar við fullum stigatali. Men sum kappingin leið dróg samanum í oddinum, har Havnamenn treyðugt vildi ásanna dominansin úr Klaksvíkini.
Og talan gjørdist um eina sanna finalu.
Tá eittans umfarið restaði í, hevði Havnin lagt seg á odda við ½ stigi og seinasta umfarið var í móti Klaksvíkini.
Hóast ein farra av skelki, vísti Klaksvíkin satt format og setti Havnina ruddiliga uppá pláss við einum eirindaleysum 5-1 sigri í seinasta umfarinum.
Harvið hava Klaksvíkingar vunnið Steypakappingina 2007, 2009 og 2010. Havnin vann í 2008.
Yngsti spírin hjá Klaksvíkar Talvfelag, Janus Skaale, fekk heiðurin at taka ímóti steypinum.









