Klaksvík poppar seg upp

Bæði poppurin og Klaksvíkin eru um at verða skumpað út á eitt síðuspor í føroyska mentunarlívinum. Tað skal ein popfestivalur í Klaksvík nú gera nakað við.

Poptónleikurin hevur ilt við at fóta sær í føroyska mentunarlívinum. Listastevnan er ov hámentað til pop, G! festivalurin ov alternativur til pop, og á Prix Føroyum hevur poppurin av onkrari orsøk verið illa umboðaður seinnu árini. Tað heldur Steintór Rasmussen, og tað er hann ikki einsamallur um, í hvussu er ikki í Klaksvík, har ein arbeiðsbólkur nú er farin undir at arbeiða við at skipa fyri einum poppfestivali komandi ár. Tað er í stóran mun fólkini kring Studio Pegasus, sum ganga aftur í hesum arbeiðsbólkinum.
 
Klaksvík í fokus
Poppfestivalurin skal eftir ætlan vera eitt afturvendandi summartiltak, sum skal seta fokus bæði á poppin og á Føroya næststørsta bý. Tí á ein hátt hevur Klaksvíkin sama trupulleika sum poppurin. Hon er ov lítið við í mentunarlívinum. Til dømis hevði Listastevnan einki tiltak í Klaksvík í ár, og Prix Føroyar kom heldur ikki sum vanligt til Klaksvíkar í ár, men fekk sær ístaðin fastan basa í Fuglafirði. Og meðan júst Fuglafjørður hevur fingið sær Mentunarhúsið, Gøta hevur fingið sær G! festival, og mest av øllum Havnin, sambært Steintóri Rasmussen, er ríkað við Listastevnuni, er Klaksvíkin um at verða afturútsigld í mentunarhøpi.
- Vit hava altíð havt eitt ríkt mentunarlív her í býnum og nógvur góður tónleikur er sprottin hiðani. Men tað sæst ikki nóg væl aftur í løtuni, sigur Steintór Rasmussen. Av tí sama hava hann og onnur leingi hugsað um hvat kann gerast fyri at skapa lív í býnum um summarið. Ætlanir hava verið frammi um at flyta Norðoyastevnuna, men tað er lættari sagt enn gjørt.
- Býnum hevur leingi vantað okkurt serligt tiltak í summarmánaðunum. Vit hava Norðoyastevnuna, men hon liggur í so tíðliga á árinum. Klaksvíkingar í útlegd og onnur fyri tað skulu helst hava eitt gott høvi at koma Klaksvíkar í summarfrítíðini. Tí vænti eg at hesin festivalurin umframt at tæna føroyska tónleikalívinum, fer at megna at fylla eitt tómrúm í summarinum her norðuri, sigur Steintór Rasmussen.
 
Afturvið Listastevnuni
Tað er longu lagt fast, at popfestivalurin verður hildin í fyrru helvt av august mánaði komandi ár. Harvið er longu sagt, at popfestivalurin verður um somu tíð sum Listastevna Føroya. Hesum síggja fyrireikararnir tó ongan trupulleika í.
- Persónliga haldi eg ikki, at tað bilar nakað, tí okkara festivalur og Listastevnan eru heilt hvør sítt tiltak og draga hvør sítt fólkaslag til sín. Eg skal tó viðganga, at um Listastevnan fevndi meira breitt, so hevði tað verið verri at rættvísgjørt, at vit hava lagt festivalin samstundis sum Listastevnan koyrir. Men sum tað sær út nú, trúgvi eg ikki, at so nógvir klaksvíkingar fara til Havnar á Listastevnu, um so tað er popfestivalur í Klaksvík ella ei, og Listastevnan kemur jú ikki her. So tað er heilt sikkurt pláss fyri báðum, sigur Steintór Rasmussen.
Hann væntar heldur ikki, at nýggi popfestivalurin fer at geva øðrum stevnum og festivalum trupulleikar við at finna fígging.
- Tað skulu gjarna ikki verið nógvar konsertir á festivalinum, sum ikki bera seg sjálvar fíggjarliga, men onkrar stuðlar skulu vit sjálvandi hava. Tað nýtist tó ikki at ganga út yvir hini tiltøkini, Bæði bryggjaríini og allir peningastovnarnir í landinum kunnu ikki stuðla sama tiltaki, sigur Steintór Rasmussen, sum saman við øðrum er farin undir royna at fáa útlendsk og føroysk popnøvn til Klaksvíkar komandi summar.