Giftarmálið millum Klaksvíkar- og Svínoyar kommunur verður endaliga staðfest í býráðshøllini í Klaksvík í morgin Samanleggingin ímillum ávíkavist Klaksvíkar- og Svínoyar kommunur verður endaliga staðfest týsdagin 15. apríl, tá býráðshøllin í høvuðsstaðnum í Norðoyggjum, Klaksvík, er karmur um hátíðarhald, sum byrjar klokkan 16.
Á skránni er sangur, borgarstjórarøður og undirskriving av samanleggingarsáttmálanum, skrivar klaksvik.fo.
Landstýriskvinnan í løgmálum, Helena Dam á Neystabø fer at siga nøkur orð og eisini verður okkurt gott ábit at fáa.