Mánadagin í vikuni vóru umboð fyri Klaksvíkar Býráð, Svínoyar býráð og umboð fyri landsstýrið úti í Svínoy og tosaðu saman.
Eftir viðgerð av umsókn frá Svínoyar Kommunu um luttøku í verkætlanini Gamligarður hevur Klaksvíkar Býráð samtykt taka upp samráðingar við Svínoy um verkætlanina við atliti til eina møguliga samanlegging av kommununum báðum ? hesar fara væntandi at byrja í næstum.
Mánadagin í vikuni vóru Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, Kristian Fríðrik Olsen, býráðslimur og formaður í Teknisku Nevnd, Jórun Høgnesen, býráðslimur og forkvinna í Sosialu Nevnd, og John Færø býráðsskrivari á vitjan úti í Svínoy, har millum annað kommunubygnaðurin og ein møgulig samanlegging vóru á skránni.
Bygdarráðið í Svínoy er mannað av Eyðun Jacobsen borgarstjóra, Jógvan Edmund á Geilini og Jógvan Olsen, og vóru hesir allir við til fundin mánadagin.
Jacob Vestergaard landsstýrismaður og Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunudeildini, vóru eisini við til fundin, har teir góvu kommununum báðum ráð og vegleiðing í spurninginum um møguligu samanleggingina, og hvussu hendan kann fara fram í verki.
Ein verkætlan um eitt eldrasambýli í Svínoy, nevnd Gamligarður, er høvuðsatvoldin til, at samanleggingartankin er vorðin so aktuellur nú.
Verkætlanin var eisini til viðgerðar á fundinum, har Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna og - heilsumálum eisini luttók saman við Kristjani Árnason fulltrúa.
Kelda: www.klaksvik.fo










