Tað var røtt avgerð at leggja eldraøkið út til kommunurnar í januar 2015. Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur longu gjørt góða lýsing av eldraøkinum við eini nøgdsemiskanning. Strategiin, ið stýrið samtykti, skal nú fylgjast upp
Út frá kanningini vit gjørdu, er greið ábending um, at okkara gomlu vilja búgva sum longst í egnum heimi. Somuleiðis skal heimatænastan styrkjast við meiri dagligari hjálp í sambandi við at borgarin gerst alt eldri. Ynski er eisini um, at heimini gerast meiri hóskandi í samráð við heimabúgvandi.
Sum lovað varð undan býráðsvalinum 2008, at nýtt heim skuldi byggjast, fóru vit undir hetta beinanvegin, tá ið vit komu til. »Heimið við Vágna« við 24 plássum stóð liðugt í 2013. Hóast nevnt hevur verið, at tørvur á slíkum heimum ikki er so stórur, so er hetta ikki rætt, tí vit síggja enn í dag langan lista av borgarum, ið tørva bráðfeingis hjálp.
Visjónin krevur arbeiði
Framrokningar hjá Hagstovu Føroya vísa greitt, at vit, eins og í øðrum londum, gerast fleiri eldri. Umráðandi er, at vit sum kommuna duga enn betri at skapa eitt gott og innihaldsríkt lív fyri aldrandi borgarar. Vit eiga bæði at byggja øðrvísi búmøguleikar og fjøltátta heimatænastuna.
Norðoya Bú- og Heimatænasta strembar eftir at geva aldrandi meiri NÆRVERU, rúmari FLEKSIBILITET og ikki minst eitt treytaleyst ÁLIT.
Í dag er møguleikin størri fyri at skapa nærveru, fleksibilitet og álit, sum visjónin leggur upp til, nú kommunurnar og eldraøkið eru komin tættari. Eitt samstarv og samspæl millum borgararnar og Norðoya Bú- og Heimatænastu er alneyðugt og eigur nú at vera lættari.
Framtíðin setir krøv
Við eini røð av dugnaligum leiðarum og starvafólkum, hevur verið spennandi, sum stýrislimur í Norðoya Bú- og Heimatænastu, at verið við til at byggja upp og nú at fylgja visjónini.
Frameftir eiga vit áhaldandi at fáa fleiri heitar hendur og heilsugóðan kost til øll og ikki minst geva teimum møguleikar til fjøltáttaða aktivering.
Latið okkum syrgja fyri, at mest av fíggjarligu játtanini fer so beinleiðis til umsorgan sum tilber, tí ofta hava vit sæð, at alt fleiri pengar fara til umsiting.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur og limur í Norðoya Bú- og Heimatænastu









