Klaksvík Music Camp í Havn

Tíðindaskriv

8. september koma 12 norðurlendskir sangskrivarar í Reinsaríið at framføra tónleik.

 

Tey hava skrivað tónleik saman tríggjar dagar í sambandi við Klaksvík Music Camp, ið er sangskrivarastevna, ið verður hildin í Klaksvík í hesum døgum.

 

Ætlanin er, at spæla nýskrivaði løg og ymiskar perlur, ið hesi hava skrivað áður.

 

Endamálið við verkætlanini Klaksvík Music Camp er at fáa 15-20 løg til komandi útgávur hjá luttakandi tónleikarunum, og samtíðis skapa grundarlag til framtíðar samstarv og vinarbond.

 

Úr Føroyum kenna vit nøvn sum Lenu og Niclas, Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Hans Andrias Jacobsen og Konni Kass.

 

Kvøldið verður ein serstøk tónleikauppliving, sum verður úrslitið av trimum intensum døgum í Klaksvík. 

 

Tey, ið fara at framføra eru:

 

Ida Wenøe (DK)

Marius Ziska (FO)

Hans Andrias Jacobsen (FO)

Simon Lynge (GRL / DK)

Richard Lobb (UK)

Esben Svane (DK)

Roar Amundsen (DK)

Allan Tausen (FO / GRL)

Lena Anderssen (FO)

Niclas Johannesen (FO)

Julie Maria (DK)

 

Konni Kass (FO)