Klaksvík: Miðbýurin fær standmynd

Listamaðurin Hans Pauli Olsen er í ferð við at gera standmynd, ið verður reist við Gamla Kirkjugarð í Klaksvík í sambandi við 100 ára haldið hjá kommununi

- Standmyndin ímyndar tvær oyggjar, ið daga upp úr havinum, har tær eins og standa og tosa saman, avdúkar meintanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu, Dávur Winther, sum hevur sitið í hugskotsbólkinum saman við listamonnunum Edward Fuglø, Archibald Black, Hans Paula Olsen og býargartnaranum, Hans Hjalta Skaale.

Dávur Winther leggur afturat, at standmyndin verður rættiliga stór, og at til ber at ganga ígjøgnum ella inn undir hana. Soleiðis kann hon eisini ímynda bæði eina inngongd til Klaksvík, og at býurin letur dyrnar upp út í altjóða heimin.

Standmyndin hjá Hans Paula Olsen verður avdúkað í august mánað, tá stóra 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu fer av bakkastokki.

Hóast verkætlanin kom at kosta tað dupulta av teimum 500.000 kr, sum vóru settar av til endamálið, samtykti eitt einmælt býráð kortini at játta neyðuga peningin, eina millión krónur, til standmyndina.