Á heimasíðuni verður sagt, at tað neyvan var av illvilja, men fyri nøkrum árum síðan byrjaði onkur at nevna Kaksvík í bundnum formi, Klaksvíkin. Nú er líkt til, at hesin óvani vindur upp á seg, so at skeiva navnið Klaksvíkin í dag næstan er oftari at hoyra og lesa enn tað rætta, sum er Klaksvík.
Til samanberingar nevnir heimasíðan, at tey flestu av okkum munnu kenna onkran, sum eitur Óli. Hetta navnið er eins og Klaksvík í óbundnum formi. Um onkur nú segði, at eg møtti Ólanum í býnum í gjár, høvdu vit helst rættað viðkomandi og sagt, at tað rætta er sjálvandi at siga, at eg møtti Óla.
Í sambandi við navnið Klaksvík er tað líka galið at skriva ella siga, at Atlantic Navigator kom á Klaksvíkina. Hinvegin er tað rætt at siga, at skipið í vikuni kom á Klaksvík.
Ein kendur føroyskur sangur sigur, at Per fór til Havnar ... Per fór nevniliga ikki til Havnina, og orsøkin er hin sama, at eisini navnið Tórshavn er óbundið.
Heimasíðan ásannar, at føroyska mállæran ikki er kommunualt málsøki. Men av tí at spurningurin viðkemur navninum Klaksvíkar, loyvir heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu sær at bera hesar tankar fram.