Klaksvík heiðrar vinnandi ítróttarfólk

Klaksvíkingar hava vunnið nógv FM-heiti í vetrarítróttinum, og fríggjadagin heiðraði Klaksvíkar kommuna teimum vinnandi ítróttargreinunum á móttøku í Býráðshúsinum.

Stjørnan, Team Klaksvík, Klaksvíkar Talvfelag, Klaksvíkar Badmintonfelag og Klaksvíkar Billardfelag hava øll vunnið føroyameistaraheiti í vetur, og í dag vórðu feløgini heiðrað á móttøku hjá Klaksvikar kommunu.

Gunvá við Keldu helt røðu fyri ítróttarfólkunum, og hon segði millum annað, at vinnaralið í ítrótti eru góðar fyrimyndir at hava.

- Vinnaraliðum í ítrótti vísa okkum, at við einum beinhørðum innsatsi, góðum evnum og sterkum samanhaldi so kunnu vit megna tað mest ótrúliga, segði Gunvá við Keldu.

- Brúka vit ítróttin og ítróttarlívið sum fyrimynd, kunnu vit vinna á teimum trupulleikum og avbjóðingum, sum vit fáa í okkara virksemi, bæði sum einstaklingar, sum lokaløki og sum tjóð, segði hon.

Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, handaði teimum fimm ítróttarfeløgunum hvør sín kekk á 5000 krónur.