Vladimir V. Zapevalov, sum er skrivstovustjóri í uttanríkistænastuni í St. Pætursborg og norðurlendski sendiharrin Mika Boedeker, sum eisini hevur sæti har, vóru á kunningarferð í Klaksvík í dag.
Vladimir hevur dagligt samskifti við allar aðalkonsularnar í Norðurlondum, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi, meðan Mika hevur størsta samskiftið mótvegis Norðurlandaráðnum.
Talan var um tveir daga kunnungaferð ein dag í Tórshavn og ein í Klaksvík, har teir vóru í Norðhavnini og heilsaðu uppá russisku bátarnar, har liggja. Eisini nýttu teir høvið at heilsa uppá leiðsluna á P/F Hvalnes, sum m.a. eigur Norðborg. Teir vóru hugtiknir av virkinum og tí, sum feðgarnir Jón og Kristian Martin Rasmussen høvdu at greiða frá.
Eisini sóu teir ein film, sum greiðir frá virkseminum umborð á Norðborg, og hvussu fiskurin verður hagreiddur umborð til fyrsta floks vøru. Síðani sóu teir í telduskipan á vegginum allar bátarnar á fiskileið kring Føroyar, júst hvar teir vóru, og hvat teir itu.
Síðani varð farið á Kósina, har teir sóu virkið og fingu frágreiðing um teirra virksemið, har er. Teir sóu Kryvjivirkið hjá Bakkafrost, hvussu laksurin kemur inn og verður til flak ella pakkaður í bitar til borðiskin ella aðra framleiðslu. Gestirnir hildu hetta var eitt sera framkomið virki, sum hevði spennandi møguleikar.
Eftir at hava sæð Christianskirkjuna, og Alex Sólstein, sum so ofta fyrr, hugtók gestirnar við síni frásøgn og sangi, varð farið norður í Býráðshúsið, har borgarstjórin beyð til ein betri bita.
Gestirnir fingu handaðar gávur, harímillum eina serliga nál, sum Havna- og Vinnunevndin hevur gjørt m.a. vegna drúgva og góða samstarvið við russisku bátarnar, sum umskipa í Norðhavnini ein nál við russiska og føroyska flagginum, har býráðsmerkið er niðast.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu hevði sitið á fundi við landsstýrisfólkunum og bygdarráðunum í Norðoyggjum Tó beyðst høvið hjá borgarstjóranum og løgmanni at heilsa uppá gestirnar, tá ið hesir fóru avstað aftur.
Vladimir var so fegin um ferðina, at hann læt skýna ígjøgnum, at tað var ikki óvist, at løgmaður og kanska borgarstjórin fingu eina innbjóðing um at koma til Russlands at vitja Tí vit hava nógv at samskifta um, sum Vladimir tók til, og takk fyri ein frálíkan dag í Klaksvík!
Við í ferðini í Klaksvík vóru eisini Fróði Verstergaard frá Norðurlandahúsinum og Árni Dam, russiskur aðalkonsul.
Orð & myndir: Dávur Winther