Klaksvík fekk nógv meir inn í skatti

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár hevur Klaksvíkar kommuna havt ein stóran vøkstur í skattainntøkum á 10,6% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Fleiri av størru kommununum í Eysturoy og Tórshavnar kommuna hava eisini stóran vøkstur

Hóast landið nú í meira enn ein mánað hevur ligið lamið av koronakreppuni, og fleiri túsund fólk eru farin upp í arbeiðsloysisskipanina hjá ALS, so sæst tað ikki aftur i minkandi skattainntøkum.  Í hvussu er ikki enn.

Av størru kommununum er tað Klaksvíkar kommuna, ið hevur havt størsta prosentvísa vøksturin av skattainntøkunum fyrsta ársfjórðing av 2020.

Vøksturin er 10,6%, og svarar til 5,7 milliónir í meirinntøku í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans fekk Klaksvíkar kommuna 59,7 milliónir krónur inn í skatti fyrstu tríggjar mánaðirnar av árinum, sæst í yvirliti á heimasíðuni hjá Taks.

Tað gongur eisini væl í Tórshavnar kommunu. Har var vøksturin 7,2%, og svarar til 14,1 milliónir krónur í meirinntøku. Tilsamans fekk Havnar kommuna 210 milliónir krónur inn í skatti fyrstu tríggjar mánaðirnar av árinum.

Tað gongur eisini væl í fleiri av størri kommununum í Eysturoynni. Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Eiðis kommunur høvdu alllar ein vøkstur, sum lá millum 6 og 7,5%.

Hægsti prosentvøksturin er tó í nøkrum av heilt smáu kommununum í landinum: Fugloyar og Skúvoyar kommunum, har vøksturin var ávikavist 35,5% og 13,8%.

Tríggjar kommunur í landinum høvdu minni skattainntøkur fyrsta ársfjórðing í ár. Tær eru Hovs kommuna við -5,7%, Sumbiar kommuna við -2,7% og Viðareiðis kommuna við -1 prosenti.

##med2##

Landsskatturin fyrsta ársfjórðing var 30 milliónir hægri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 7,2%.