At Truckerfestivalurin verður hildin í Klaksvík er sjálvandi ein sigandi staðfesting av tí veruleika, at nú er sera væl koyrandi til Klaksvíkar og Norðoyggjar, og samstundis er hetta ein ógvuliga hóskandi súmbol fyri støðu Klaksvíkar sum eitt væl koyrandi, virki og framfýsið lokalsamfelag, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum fegnast um og býður vælkomið til Truckerfestival í Klaksvík hetta vikuskiftið.
Árið 2008, og serliga summarið, í Klaksvík hevur higartil verið eyðkent av nógvum og stórum tiltøkum, sum hava sett Klaksvík og Norðoyggjar á tað nógv umrødda heimskortið, ella í minsta lagi á Føroyakortið.
Eftir væl eydnaðan Summarfestival, 100-ára hátíðarhald og Sjómannadag verður nú aftur ein festivalur í býnum.
Áðrenn 29. apríl 2006, tá ið Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, hevði tað uttan iva verið óhugsandi, at Klaksvík var vertur fyri ein Truckerfestival, men nú eru sum kunnugt heilt aðrar tíðir í næst størsta býi okkara.
Tí er tað kanska meira súmbolskt enn nakað annað, at júst Klaksvík hetta vikuskiftið verður vertur fyri Truckerfestivalin.
Sum skilst á monnum, so var tann upprunaliga ætlanin, tá ið hesin festivalurin varð hildin fyri fyrstu ferð, at hann skuldi fyriskipast í Klaksvík, so kanska ein kann siga, at Truckerfestivalurin – við teimum nýggjum møguleikunum, sum Norðoyatunnilin gevur – nú er komin heim.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri