Klaksvík hevur rættiliga gjørt um seg á Lívsstílsstevnuni, sum er í ítróttarhøllini á Nabb. Nógv hava vitjað básin, ið hevur nógv at bjóða. - Je var so glaður at hoyra at tygor vóru við!, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum Hans Pauli Strøm við Dáva Winther, mentanarleiðara hjá Klaksvíkar kommunu aftaná, at hann hevði sett Lívsstílsstevnuna 2008, sum Synergi skipar fyri í Høllini á Hálsi í Tórshavn um vikuskiftið.
Millum mongu básarnar á stevnuni er ein við heitinum ?Klaksvík ? ein heilsubýur?. Á hesum bási var ein serstakur heilsufaldari at fáa, umframt tað at Helena Pætursdóttir kunnaði um virksemi hjá Artharmonia á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samstundis sum Sigrun Heldarskarð, sjúkrasystir máldi lungnaorku á stevnugestum, Jóhanna á Tjaldrarfløtti greiddi frá um heilsugóðan mat og kunnað varð um virksemi á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík. Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi var eisini við.
Á básinum kundi tú eisini fáa leskandi vatn frá Føroya Bjór, ið nýtt verður av flestu ítróttarfólkum í Føroyum.
Lívsstílsstevnan heldur fram í dag frá kl 14 til kl. 20.









