Klaksvík eigur nú at skifta í hægri gear

Tað er nú, meðan Klaksvík er væl fyri, vit hava brúk fyri eini betri samskipan av ferðavinnuni, og eiga tí at leggja til brots


Seinnu árini er ferðavinnan í Føroyum økt so tað veruliga merkist. Vitjandi ferðamannaskipini eru vorðin fleiri, síðani Norðhavnin kom. Gistingarmøguleikarnir eru øktir, somuleiðis er Air B&B sera vælumtøkt eisini her í Klaksvík. Hjá Norrønu gongur væl, við øktum ferðfólkatali, og nú fáa vit eisini økta kapping á flogleiðini.

 

Tað, at vit síggja, at fleiri og fleiri vilja vera við, bæði ferðmannaskip og flogleiðir, sigur okkum, at komandi árini fer ferðavinnan at gerast ein alt størri og ein meiri týdningarmikil vinna. Her eiga vit í Klaksvík, so avgørt at vera við.

 

Ísland hevur, helst ígjøgnum eini 75 ár, valt at leggja seg eftir ferðavinnuni, og hon fer nú at toga seg upp ímóti at gerast eitt slag av høvuðsvinnu.

 

Norðoyggjar eitt eldorado fyri ferðafólk

Vit mugu minnast til, at skulu handils- og tænastuvinnunum verða lív lagað her, so verður neyðugt, at vit skifta í hægri gear í sambandi við ferðavinnuna og fáa eina størri vitjan av fólki uttaneftir. Norðoyggjar við sínum umhvørvi er eitt eldorado fyri útlendingar.

 

Klaksvík eigur nú at skifta gear og leggja seg enn meiri eftir at betra um umstøðurnar. Somuleiðis eiga vit at stuðla betur undir okkara felag "Ferðavinnan í Norðoyggjum", sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði ígjøgnum nógv ár, eisini stuðlað av kommununi. Vit hava í dag fleiri matstøð enn bara fyri fáum árum síðani, vit hava vælumtóktar kaféir, sum eru væl vitjaðar.

 

Fleiri gistingarstøð

Klaksvík hevur Sjómansheimið – Hotel Klaksvík – sum hevur nógv vitjandi, men eitt er givið, at skal Klaksvík í størri mun gerast ein ferðavinnubýur, verður neyðugt við einum hotelli afturat, sum frameftir kann hýsa ráðstevnum, ferðafólki og øðrum vitjandi.

 

Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí her skal stórt arbeiði leggjast í, og her skal nógvur peningur til. Tí fari eg at skjóta upp, at vit komandi ár savna vinnulívið, handilsvinnuna, tænastuvinnuna, mentanarlívið og  Kunningarstovuna til at fyrireika eina meiri umfatandi ferðavinnu í Norðoyggjum, og at Klaksvík Býráð í fyrstu atløgu skal samskipa hetta.

 

Ivist ikki í, at vit á hesum øki eiga at skifta gear, og tað eigur at gerast nú, meðan Klaksvík er so væl fyri. Vit eiga hópin av fólki innan øll hesi øki, sum uttan iva eru tilreiðar til eitt gearskifti.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur í Klaksvíkar Býráði
og valevni Fólkafloksins