- Hvussu skal Klaksvík mennast í framtíðini? Hvussu stóran fólkavøkstur kunnu vit vænta her fram til 2025? Og kann Gerðarbøur ikki bara fáa frið?
Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru tiknir fram tá boðið varð til borgarafund í ítróttarhøllini í gjárkvøldið. Spurningarnir høvdu alstóran áhuga, tí eini 800 fólk møttu til fundin.