Klaksvík: 481 verið og valt

Klokkan 12 høvdu 481 veljarar verið og valt í Klaksvík. Tað eru 121 fleiri enn í mun til somu tíð seinast, tá ið løgtingsvalið var í 2015, sigur Karl Johansen, valstýrisformaður í Klaksvík

 

3755 fólk hava valrætt í Klaksvík, tað eru 147 fleiri í mun til fyri fýra árum síðani. Tá høvdu 3608 valrætt í Klaksvík.
##med2##

Karl Johansen dugir ikki rættiliga at meta um orsøkini til, at fleiri hava verið á vali higartil.
– Tað hevur kanska nakað við tað at gera, at tað er leygardagur, og seinast var valið ein mikudag. Tað er eisini boðað frá regni seinnapartin, so kanska hevur tað nakað við tað at gera, sigur valstýrisformaðurin.

Til løgtingsvalið seinasta vóru 89,4 prosent av veljarunum í Klaksvík á vali.
– Eg vænti, at tá ið dagurin er liðugur, so verður tað umleið sama valluttøka, sum tað var seinast, sigur Karl Johansen.

451 fólk - 19 fleiri enn í 2015 - hava greitt brævatkvøðu í Klaksvík.

##med3##

Í Klaksvík verður valt í KÍ-høllini. Tað hevur tað verið gjørt í nógv ár. Í nøkur ár varð tó valt í skúlanum við Ósánna, sum skúlin at tá. Nú er tað Skúlin á Skúlatrøð.

##med4##