Síðani Eyðun Klakstein bleiv venjari hjá B36 undan kappingarárinum 2015 hevur hann ongantíð tapt ímóti HB. Eftir seks landskappingardystir ímillum havnafeløgini seinastu tvey árini stendur eftir, at Eyðun Klakstein og B36 hava vunnið tríggjar dystir og javnað tríggjar ímóti grannunum úr Gundadali.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Eyðun Klakstein hevði upp á hjarta eftir javnleikin ímóti HB, sum endaði 2-2. Eyðun Klakstein sigur, at hetta var eitt fínt stig fyri B36, tí at enn er tað væl og virðiliga í hondunum hjá B36-leikarunum, um teir skulu spæla evropeiskan fótbólt í komandi kappingarári ella ikki. Eyðun Klakstein, ið er klaksvíkingur búsitandi í Klaksvík, gleðir seg eisini nógv til dystin ímóti KÍ við Djúpumýru komandi sunnudag.









