Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Undanfarin ár hevur Ársins stjørnuskot verið valt, men fyri at gera tað meiri greitt, er bólkurin broyttur í ár, soleiðis at tað nú eitur Ársins ungi leikari – og hetta fevnir um allar leikarar, sum hava aldur til U21-landsliðið og yngri lið.
Hjá kvinnunum hevur Lív Arge hjá HB møguleika at gerast ársins ungi leikari. Hon vann heitið Ársins stjørnuskot í fjør, so talan hevði verið um eitt slag av endurtøku, hóast heitið ikki eitur tað sama longur.
Tær ið kunnu gerast Ársins ungi leikari, eru:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Kára Djurhuus, EB/Streymur/Skála
Lív Arge, HB
Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.









